John Johannessen mótmælti fangaflutningi

Í sambandi við, at løgmaður stutt eftir nýggjár ráðførdi seg við uttanlandsnevndina um spurningin at endurnýggja hernaðarliga flúgviloyvið hjá USA í føroyskum loftrúmi, mótmætli eg sum einsamallur samgongulimur ólógligum fangaflutningi í føroyskum loftrúmi. Niðanfyri endurgevi eg skrivið, sum eg sum limur í uttanlandsnevndini sendi løgmansskrivstovuni umvegis løgtingsskrivstovuna í februar

John Johannessen,
løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin
john@john.fo



Tann 29. januar 2005 skrivaðu løgmaður og danski uttanríkisráðharrin undir sonevnda Fámjinsskjalið, sum er felagslýsing, ið millum annað fevnir um at víðka luttøku og ávirkan Føroya á uttanríkis- og trygdarpolitisk mál. Í felagslýsingini eru hesi mál lýst soleiðis:

"I forvaltningen af udenrigs- og sikkerhedspolitiske spørgsmål af betydning for Færøerne er det naturligt, at Færøerne medinddrages og har medindflydelse.

"Der er tale om ægte medinddragelse og medindflydelse med sigte på ligeværdighed i alle spørgsmål hvor Danmark og Færøerne i fællesskab er inddraget.

Á fundi við uttanlandsnevndina 30. mars 2005 nágreinaðu danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, og løgmaður avtaluna um ægte medinddragelse og medindflydelse. Hetta vóru orð, sum skuldu takast í størsta álvara, varð sagt samstundis sum dentur varð lagdur á, at uttanlandsnevndin eisini átti at kenna sína ábyrgd at uppfylla hetta endamál.

Ì hesum førinum biður USA gjøgnum danskar myndugleikar um loyvi til hernaðarliga flúgving við m.ø. vandamiklum góðsi gjøgnum føroyskt loftrúm fyri 2005 í sambandi við støðuna í Irak. Í 2002 vildi Javnaðarflokkurin ikki geva sítt samtykki orsakað av, at ST ikki hevði góðkent álop á Irak. Í dag er støðan ein onnur, nú talan er um uppafturbygging av Irak, sum altjóða samfelagið er við í. Tískil eiga føroyskir myndugleikar ikki at seta seg ímóti at flogið verður gjøgnum føroyskt loftrúm fyri at hjálpa irakska fólkinum.

Kortini eiga føroyskir myndugleikar ikki treytaleyst at viðmæla USA flúgviloyvi. Í grein í enska blaðnum The Guardian 19. januar 2006 undir heitinum Torture flights: what No 10 knew and tried to cover up verður avdúkað, at londini sum vóru við í Irak krígnum hava eina avtalu um, hvussu tey fjala út yvir, at tey loftvegis flyta fangar til lond í Eysturevropa at verða píndir. Fleiri spurningar um hetta sama eru eisini reistir á fólkatingi, har danski uttanríkisráðharrin enn ikki beinleiðis hevur kunnað afturvíst, at USA flytur fangar úr USA til Eysturevropa at verða píndir.

Havandi í huga, at slíkur flutningur helst fer fram í føroyskum loftrúmi, kenni eg tað sum mína skyldu sum lim í uttanlandsnevndini at taka orðini um ægte medinddragelse og medindflydelse í størsta álvara og í fyrsta lagi krevja eina ítøkiliga frágreiðing um møguligan flutning av fangum í føroyskum loftrúmi.

Í øðrum lagi er mín støða, at vit í svari til fyrispurningin um at geva USA hernaðarligt flúgviloyvi í føroyskum loftrúmi senda ein greiðan politiskan boðskap um, at vit ikki góðtaka, at føroyskt loftrúm verður nýtt sum liður í ólógligari pínslu av fangum. Tað er jú beinleiðis í stríð við fólkarættin at flyta ein persón til eitt land, har vandi er fyri, at viðkomandi verður píndur.

Eftir míni fatan er tað okkara skylda at gera vart við hesi viðurskifti. Um vit tiga og samtykkja, er stórur vandi fyri at vit eru óbeinleiðis við til at ganga ímóti rættinum hjá hvørjum einstakum menniskja.