Fótbóltur
Fyrstu uppgávurnar hjá føroyska U21-landsliðnum eru nú lagdar aftur um bak. Eftir 0-2 í Zagreb tapti føroyska liðið hesa ferð 1-0 fyri Albania, og tey bæði úrslitini í sjálvum sær eru neyvan heilt av leið.
Men tað var kortini ein vónbrotin føroyskur hópur, sum hósdagin ferðaðist til Føroya. Einasta málið í dystinum fall eftir 67 minuttum, tá Albania fekk eitt sera bíligt brotsspark. Hetta umsetti Elis Bakaj til mál, og so var fagnaðurin stórur á heimamonnunum, sum leygardagin høvdu lagt rygg til stórtap móti Italia.
Um dystin sjálvan sigur Bil McLeoud, landsliðsvenjari, at føroyska liðið var undir stórum trýsti fyrstu løtuna. Men við góðum verju- og málmansspæli stóðu okkara kortini ímóti trýstinum, sum spakuliga fjarðaði.
Eftir steðgin hekk føroyska spælið betri saman. Eisini tí Albania slepti høga trýstinum, eftir at teir vóru komnir á odda.
Tað gav føroyingum nakrar málmøguleikar, og eitt nú høvdu okkara spælarar fleiri hornaspørk móti endanum. Men hóast bæði Einar Hansen og Johan Troest Davidsen komu fram til hesi hornaspørk, so spurdist ikki meira burturúr.
Gunnar var framúr
Hóast tvey tap, so staðfestir Bill, at hann er væl nøgdur um føroysku avrikini á ferðini.
- Tú fært meg ikki at siga, at talan var um eina flotta byrjan. Men eg vil siga tað so, at kundi eg selt hasar báðar dystirnar fyri samanlagt 0-3, áðrenn vit fóru, so gjørdi eg tað fegin. Tú skalt eisini hugsa um, at menn sum Páll M. Joensen, Jóhan P. Poulsen, Christian R. Mouritsen og Arnbjørn T. Hansen allir góvu avboð við skaða. Og uttan at taka nakað frá øðrum spælarum, so vildi úttøkan verið øðrvísi, um teir vóru tøkir.
- Men eg hesir dystirnir prógva væl og virðiliga, at tað var ein røtt avgerð, tá FSF gjørdi av at fara upp í U21-kappingina. Spælararnir smæðast ikki burtur, og hetta er avgjørt við til at menna spælararnar til framtíðar avbjóðingar.
- Serliga eri eg væl nøgdur um dystin móti Kroatia, har vit spæla helt væl. Hesa ferð fáa vit gaman í eitt keðiligt brotsspark ímóti okkum, men teir høvdu havt einar 5-6 opnar møguleikar undan hesum, so var tað ikki fyri fantastiskt málmansspæl frá Gunnari, so kundi tað væl verið nógv verri.
Og Gunnar Nielsen er eisini maðurin, sum fær størstu rósurnar frá venjaranum.
- Vit valdu hann alt fyri eitt til liðskipara, og tað álitið hevur hann so dyggiliga borið aftur. Bæði sum málverji og sum leiðari á vøllinum vísti hann sera flott avrik, sigur Bill.
Føroyska U21-landsliðið hevur seks dystir afturat í ár. Tann 8. september spælir liðið útidyst móti Italia, og síðani koma fimm heimadystir. Teir eru Grikkaland í September, Azerbadjan og Kroatia í oktober og Albania og Italia í november mánaði.