Svimjing
Farna vikuskiftið vóru svimjarar úr Fuglafjarðar svimjifelag, Ægir og svimjifelagnum FLOT á stórari svimjistevnu í Køge, har tey vunnu flest gullmerki av øllum, í kapping móti 500 aðrar svimjarar. Elspa Mørkøre setti 6 nýggj føroysk met, og samstundis setti Kári á Høvdanum tvey føroysk met sum luttakari á donsku stutthyljameistarastevnuni í Århus. Og vikuskiftið áðrenn tók Pál Joensen úr Vágs svimjifelag føroyska metið í 200 firvald frá Iani Skylv Hansen, sum annars hevur átt tað síðani 1993.
Og tað eru ikki bara tey sum svimja skjótt. Ungir svimjarar sum Pauli Ø. Mohr og Høgni Miné-Rasmussen svimja nú um dagarnar so skjótt, at teir hótta við at skapa enn eitt ættarliðsskifti longu áðrenn teir gomlu eru hildnir uppat at mennast.
Stóri føroyski vinnarin var ikki óvæntað Elspa Mørkøre, sum vann heili 12 gullmerki í kappingini.
Tey nógvu gullheiðursmerkini hjá Elspu gjørdu eisini at vit føroyingar »vunnu« kappingina, um vit meta eftir tí mátistokki sum vit vanliga brúka í Føroyum.
Danir telja tó ikki á heilt sama hátt, men umrokna fyrst heiðursmerkini til stig. Og tí gjørdist vinnarin SK Laxen úr Svríki við 16.733 stigum. Føroyar fingu 14.614 stig.
Kári á Høvdanum luttók sum nevnt samstundis á donsku meistarastevnuni, og setti har nýggj føroysk met í 50 og 100 rygg. Metið í 100 rygg átti hann sjálvur áðrenn, og tað var tí kanska einki serligt. Men hitt tók hann frá Eivindi Eysturoy, soleiðis at Kári nú einsamallur eigur allar tær bestu føroysku tíðirnar í ryggsvimjing. Og tað hóast hann enn bara er juniorur.
Met í Klaksvík
Pál Joensen úr Vágs svimjifelag var ikki við í Danmark, men hann svam óvanliga gott vikuskiftið undan hesum á stevnu í Klaksvík. Hann hevur mennt seg í øllum teinum og greinum, og vann tí eina rúgvu av gullheiðursmerkjum har. Hann vann bæði í blandaðari svimjing - har ein komplettur svimjari sum hann eigur at kunna gera seg galdandi - og í greinum sum 50 firvald og 50 bringu, har tað annars verður hildið at spesialistarnir ráða. Og so endaði hann við at svimja eina tíð í 200 firvald einsamallur, har hann setti nýtt føroyskt met.
Vetrar FM og NjM
Komandi vikuskiftið er vetrar-FM í Havn, og spennandi veðrur at síggja dystin millum tey sum vóru í Køge, og tey sum nú vilja prógvað at tey eisini høvdu kunnað gjørt mun. Ikki minst, tí tey yngru ikki smæðast við at taka kampin upp.
Fyrst í desember er norðurlendska juniormeistarastevnan í Finnlandi, har í øllum førum tey trý Pál, Elspa og Kári hava aldur at luttaka. Úrslitini frá donsku meistarastevnuni vísa at hetta als ikki verður nakar dansur á rósum hjá føroyingunum. Men um vit skulu hava ein kjans til heiðursmerki, so eru hesi trý allarhelst okkara besta boð nakrantíð.