Hvar er kapitalurin..?

Tað kom fram á Pallborðsfundinum, ið Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipaði fyri í farnu viku, at tørvur er á fleiri fíggingarmøguleikum, enn teimum tøku. Hildið varð, at fleiri íløgufeløg áttu at verið í Føroyum.

Høgni Mohr


Í leygardagsblaðnum vóru innleggini hjá pallborðsluttakarunum endurgivin. Innleggini gjørdu ikki serliga nógv burturúr fíggingarmøguleikum vinnulívsins, men beinanvegin tá áhoyrarnir sluppu framat, vórðu hesir dúgliga viðgjørdir.

Hesin parturin av orðaskiftinum, sum snúi seg um fíggingarmøguleikarnar hjá vinnuni, var merktur av fleiri øðrvísi hugsanum. Á fundinum varð t.d. spurt, hvar vágafúsi kapitalurin í Føroyum er, og í hesum sambandi sóknaðist Ólavur Ellefsen, stjóri á VIT, eftir íløgufeløgum, ið kundu leiða føroyskar pengar úr donskum virðisbrøvum og inn í hitt føroyska vinnulívið ístaðin.


Málførur kapitalur

Wilhelm Petersen, sum tá ið hesin spurningurin varð havdur á lofti, skifti koll, og gjørdist umboðsmaður fyri Framtaksgrunnin, segði stóran mun vera á sonevndu venture-fíggingini og vanligari bankafígging. Størsti munurin á hesum, var sambært Wilhelmi, at venture-fígging er bygd upp við sonevndum málførum kapitali. Tá hesin peningur verður læntur, fylgja ráðgeving ella treytir við til teirra, ið læna.

Onkrir áhoyrarir gjørdu vart við seg í hesum sambandi. Ein teirra segði seg ivast stórliga í heitinum, málførur kapitalur, í Framtaksgrunninum. Hann helt ikki, at almenni peningurin í Framtaksgrunninum higartil hevði víst seg at verið serliga klókur. Harafturímóti segði hesin privatar pengar vera teir mest málføru, tí tey ið eiga hesar, ansa eftir teimum og seta teir ikki inn í eina og hvørja ivasama ætlan.

Tað sýntist sum fundarluttakararnir fóru eitt sindur tvørt fyri í hesum spurninginum. Tað, ið Ólavur Ellefsen og Wilhelm Petersen óiva meintu við, var ikki Framtakskonseptið við teimum almennu pengunum, sum vit kenna tað, men hinvegin var talan óiva um eitt íløgufelag, ið skuldi hýsa vágafúsum privatum pengum, sum síðani kundu verði settir í ymiskar ætlanir við tí fyri eyga at geva nakað av sær til tey vágafúsu.


Føroysk partabrøv

Samanumtikið vóru fundarluttakararnir varnir at gera niðurstøður viðvíkjandi fíggingarmøguleikum; helst tí at Framtaksgrunnurin elvdi til fleiri grim hugasambond. Tað tyktist harafturímóti, at spurningurin um ein føroyskan partabrævamarkna fekk góða viðgerð. Ólavur Ellefsen, ið tyktist at vera hin djarvasti við pallborðið, ivaðist ikki í, at føroyskur partabrævamarknaður átti at vera settur á stovn. Hann helt, at hetta fór at hjálpa eini neyðugari hugburðsbroyting á veg.

? Vit munnu sleppa burturúr hesum, at ongi ?onnur? enn ?vit? skulu sleppa at seta pening í ?okkara? virki, helt hann og segði seg vera vísan í, at hetta var ein av høvuðsorsøkunum til, at tað er so torført at fáa til vega vágafúsa kapitalin.



Funnust at

Føroya banka


Úr stóru áhoyararafjøldini fekk Føroya Banki onkra ákoyringina fyri at sita ov fastur á lánikassanum, og tískil má tað sigast at vera spell, at onki umboðsfólk hjá bankanum var á fundinum, og tískil kundi svara fyri seg og kanska greiða frá, hvørjar framtíðarhugsanir hin væl fyrikomni peningastovnurin hevur.