Løgreglan heitir nú á fólk á Tvøroyri og har á leið um ikki at drekka vatnið. Vatnið kann verða eitrað av ammoniak-royki. Stóreldurin á Varðanum á Tvøroyri hevur havt við sær umfatandi leka av ammoniakki [...] ammoniakki, og hesin lekin kann hava dálkað drekkivatnið á Tvøroyri og har á leið.
tó framvegis fólk og tað er á sjúkrahúsinum. - Vit eru flutt niður í kjallaran og øll hava tað gott, skriva tey á Facebook og tá vit fyri løtu síðani tosaðu við starvsfólk á sjúkrahúsinum varð greitt frá [...] Ruðuleiki valdar á Tvøroyri og ein stórur partur av íbúgvunum eru farnir úr býnum. Fólk, sum in.fo hevur verið í samband við siga, at býurin er sum ein spøkilsisbýur í løtuni, púra tómur. Eitt stað er [...] frá, at sjúklingar og íbúgvar á ellisheiminum og starvsfólkini eru flutt niður í kjallaran. Stóri vandin fyri fólk er, at tey skulu anda ammoniak niður í seg. Tá vit spurdu, um kjallarin er tryggur, varð
Um 10 tíðina í morgun sendi løgreglan eini boð út, um at fólk, ið búðu nær við Varðan Pelagic á Tvøroyri, skuldi sleppa sær burtur úr økinum, tí eldur var í virkinum. Vandi var fyri, at ammonik var í roykinum [...] ið búðu á Tvøroyi, Froðba, Trongisvági og í Líðini, skuldu sleppa sær burtur úr økinum, annahvørt norðureftir til Hvalbiar ella suðureftir, í øllum førum til Hovs. Móttøkustøð eru sett upp á flestu støðum [...] sløkkiliðsbilur av flogvøllinum. Enn er tó ikki tamarhald fingin á støðuni. Fyribils er fráboðanin enn, at fólk skulu halda seg burtur av Tvøroyri.
Fólk eru á veg av Tvøroyri. Tað eru fleiri móttøkustøð sett upp ymsa staðni í Suðuroy til teirra, ið hava tørv á at sleppa burtur frá roykinum frá eldinum. Bæði í Hvalba, Hovi og Vági eru móttøku støð
óhugnaligt og fleiri vóru um at gráta. Tað sigur André Dalfoss. Hann var til arbeiðis á Varðanum Pelagic á Tvøroyri í morgun, tá ið eldur kom í. – Vit vóru farin til kaffi klokkan var útvið 10 í morgun [...] tá ið vit fingu at vita, at eldur var í, sigur hann. Men hann sigur, at tey hava havt brandvenjing á á virkinum, so øll vistu alt fyri eitt eitt, hvat tey skuldu gera í eini støðu, sum hesari. Tað var nógv [...] fyri, at ongin var eftir á virkinum. Og hann heldur, at tað er tí, at tey høvdu havt brandvenjing, so øll vistu akkurát, hvat tey skulu gera, so tað var fullkomiliga tamarhald á støðuni, sigur hann. Hann
eisini samband við tilbúgvingina á staðnum. Tað sigur Henrik W. Joensen, kommunustjóri á Tvøroyri, har stórur eldur er á Varðanum Pelagic í løtuni. Hann sigur víðari, at fólkini á staðnum eru farin av bygdini [...] bygdini nú. - Eg vil heita á fólk um at fylgja væl við kunningini frá myndugleikunum og lurta eftir hvat verður givið boð um.
Jón Klein Olsen. Brandbilar úr Havn og av flogvøllinum eru á veg suður við Smyrli beint nú. Triton og Brimil eru eisini á veg suður og skiparin á Brimli sigur, at teir fara at hjálpa til at sløkkja frá fjørðinum [...] Olsen sigur við KVF beint nú, at alt stendur í ljósum loga á Varðanum Pelagic og at stig eru tikin til at flyta allar íbúgvarnar av Tvøroyri. Ættin er skiftandi og tí er ilt at meta um, hvønn veg roykurin [...] Olsen sigur, at roynt verður at finna eina loysn, hvat gjørt verður við tey. - Nógv bendir á, at alt verður kolað upp á virkinum, sigur Jón Klein Olsen. Sí video og myndir her.
er ikki ráðiligt at vera verandi á Tvøroyri nú. Enn vita vit ikki, júst hvussu álvarsom støðan er, men eygnavitni á staðnum greiða frá, at tað sá ógvusligt út á Tvøroyri, tá ið roykurin byrjaði at breiða [...] Støðan á Tvøroyri er so mikið hættislig, at sløkkiliðsfólk eru farin av staðnum fyribils, tí tað ber ikki til at sløkkja eldin júst nú. Øll á Tvøroyri, Trongisvági og í Líðini verða biðin um at fara antin [...] seg frá økinum, tí roykurin er vandamikil. - Vit vóna bara, at øll starvsfólk á Varðanum sluppu óskødd út, siga tey av Tvøroyri.
Orsaka av eldsbrunanum á Varðanum Pelagic boðar Strandferðslan frá, at Smyril siglir úr Vági klokkan 15.30 og ikki av Tvøroyri, sum vanligt er. Í løtuni er Brimil áveg suður á Tvøroyri at hjálpa til við at [...] eldinum, sum eftir øllum at døma er vaksin seinastu tíðina. Einki tamarhald er á støðuni enn og tí eru fólk kring Tvøroyri biðin um at fara suðureftir ella norðureftir, tí eldurin er sera vandamikil. In
suðureftir til Hovs ella longur suður. Brimil er á veg suður á Tvøroyri at hjálpa til at fáa sløkt eldin. Les eisini: Video og myndir: Eldurin á Tvøroyri sær hættisligur út [...] Sambært vakthavandi á løgreglustøðini, so hevur sløkkliðið trekt seg aftur frá eldinum. Tað vísir seg at verða ógvuliga torført at fáa tamarhald á støðuni og fyri at fáa eitt andarúm, hevur sløkkiliðið