Um 10 tíðina í morgun sendi løgreglan eini boð út, um at fólk, ið búðu nær við Varðan Pelagic á Tvøroyri, skuldi sleppa sær burtur úr økinum, tí eldur var í virkinum. Vandi var fyri, at ammonik var í roykinum, ið er sera vandamikil at anda í seg.
Tað gekk ikki long tíð, so boðaði løgreglan frá, at øll, ið búðu á Tvøroyi, Froðba, Trongisvági og í Líðini, skuldu sleppa sær burtur úr økinum, annahvørt norðureftir til Hvalbiar ella suðureftir, í øllum førum til Hovs. Móttøkustøð eru sett upp á flestu støðum, ið taka ímóti fólki, ið koma av Tvøroyri.
Enn er ikki staðfest hví eldur kom í, men tað hevur verið sagt, at hann byrjaði í einum goymslurúmi. Løgreglan segði í morgun, at tey hava leita sær hjálp frá serkønum fólki, ið hava førleikar við støðum sum hesari.
Starvsfólkið á sjúkrahúsinum eru ikki farin, tí tey mugu verða klár um ólukkan hendir.
Sløkkiliðið hevur havt tað sera trupult at basa eldinum. Teir máttu fara frá eftir einari løtu vegna torførar umstøður og ógvusligan hita. Brimil er komin suður at hjálpa til, eins og ein sløkkiliðsbilur av flogvøllinum. Enn er tó ikki tamarhald fingin á støðuni.
Fyribils er fráboðanin enn, at fólk skulu halda seg burtur av Tvøroyri.








