Orsaka av eldsbrunanum á Varðanum Pelagic boðar Strandferðslan frá, at Smyril siglir úr Vági klokkan 15.30 og ikki av Tvøroyri, sum vanligt er.
Í løtuni er Brimil áveg suður á Tvøroyri at hjálpa til við at sløkka eldinum, sum eftir øllum at døma er vaksin seinastu tíðina. Einki tamarhald er á støðuni enn og tí eru fólk kring Tvøroyri biðin um at fara suðureftir ella norðureftir, tí eldurin er sera vandamikil.
In.fo fylgir málinum.