Sambært vakthavandi á løgreglustøðini, so hevur sløkkliðið trekt seg aftur frá eldinum.
Tað vísir seg at verða ógvuliga torført at fáa tamarhald á støðuni og fyri at fáa eitt andarúm, hevur sløkkiliðið trekt seg fyribils.
Annars sigur vakthavandi, at sama ávaring enn stendur við, at fólk skulu sleppa sær burtur av staðnum og annahvørt fara til Hvalbiar ella suðureftir til Hovs ella longur suður.
Brimil er á veg suður á Tvøroyri at hjálpa til at fáa sløkt eldin.
Les eisini: Video og myndir: Eldurin á Tvøroyri sær hættisligur út