- Støðan er álvarslig í løtuni. Kommunan hevur tilbúgvingarstøð, har fólk kunnu venda sær og vit hava eisini samband við tilbúgvingina á staðnum.
Tað sigur Henrik W. Joensen, kommunustjóri á Tvøroyri, har stórur eldur er á Varðanum Pelagic í løtuni.
Hann sigur víðari, at fólkini á staðnum eru farin av bygdini nú.
- Eg vil heita á fólk um at fylgja væl við kunningini frá myndugleikunum og lurta eftir hvat verður givið boð um.