Jón Klein Olsen sigur við KVF beint nú, at alt stendur í ljósum loga á Varðanum Pelagic og at stig eru tikin til at flyta allar íbúgvarnar av Tvøroyri.
Ættin er skiftandi og tí er ilt at meta um, hvønn veg roykurin fer at ferðast.
- Trygdarfrástøðan er ein kilometur og vit mugu flyta øll fólk út úr økinum, sigur Jón Klein Olsen.
Brandbilar úr Havn og av flogvøllinum eru á veg suður við Smyrli beint nú. Triton og Brimil eru eisini á veg suður og skiparin á Brimli sigur, at teir fara at hjálpa til at sløkkja frá fjørðinum.
Sjúkrahúsið liggur innan fyri trygdarfrástøðuna, og Jón Klein Olsen sigur, at roynt verður at finna eina loysn, hvat gjørt verður við tey.
- Nógv bendir á, at alt verður kolað upp á virkinum, sigur Jón Klein Olsen.