stórliga, men tá so judo aftur var við á leikunum á Rhodos í 2007 og í Álandi í 2009, kyknaði áhugin av nýggjum. Nú Oyggjaleikir aftur er á skránni í summar, tá teir verða á Isle of Wight, er judo ikki við, [...] Stórur áhugi er aðrastaðni, og tað sæst aftur á teimum mongum, ið ferðast langan veg fyri at venja á Oyrarbakka og í Havn. Arbeitt verður tí eisini við at seta á stovn nýggj judofeløg. Fyrr vóru feløgini fleiri [...] Judosambandi Føroya, Sofus Johannesen, bjóðaði vælkomin og stutt greiddi frá høvinum og hesum, sum upp á ein máta kann kallast ein 100 ára dagur, tí so mong eru árini hjá hesum trimum tilsamans. ÍSF-forsetin
Vit bæði hava verið grannar og hava kenst í mong ár, og Julianna hevur vissuliga uppiborið eina heilsan á hesum sínum stóra degi. Julianna er ættað úr Vestmanna, og tað var tíðliga, at hon kom at merkja [...] starv við vitan á Borðuni. Hetta var nokk so nógv øðrvísi. Her var víst longri at fara heim í bygdina, men tað var nógv lættari at koma til Havnar. Tað vóru fleiri børn hjá starvsfólki á Borðuni, og tí [...] er størsta einstaka skipsvanlukkan í Føroya søgu. Julianna er ein av tí minkandi talið av føroyingum á lívi, sum dag eftir dag livdi í óvissu um pápan, tí eingin Neptun kom aftur. Óvissan gjørdist til vissu
hesi grein ikki skilja hana sum álop á fremmand arbeiðsfólk í Føroyum. Sjálvsagt eru tey eins og vit. Ymisk á ymiskan hátt. Orsøkin til hetta skriv er tí ikki eitt álop á tey men meira ein ávaring ímóti, at [...] her á landi. Alt verður loyvt, bert tað gagnar kapitalinum. Og nógv eru við mær sum ræðast, at søgan endar ikki her. Aðrir fáa sama hugskot, og skjótt er allur arbeiðsmarknaðurin, á sjógvi sum á landi [...] arbeiðarum her á landi gott nýggjár. Somu heilsan fáa arbeiðsgevarar og myndugleikar. Fari at enda skrivið við eini bøn um, at onkur kann geva mær eitt sakligt og skilagott svar upp á teir spurningar
hava ætlanir um at gera tað sama í morgin. Um onkur veit um onkran, so kann heilsan berast frá Jákupi, at hann verður ikki á vøllinum móti OB. [...] superliguni eru 33 landskappingardystir. Í fjør vardi Jákup Mikkelsen málið hjá Herfølge allar 33 ferðirnar á tamb. Tá hann noyddist at taka seg úr dystinum móti AGF í Aarhus síðsta vikuskifti, kom ein 35 ára gamal [...] har hann ongantíð kom í nánd av besta liðnum. Tá Herfølge í fyrsta umfarinum í landskappingini spældi á heimavølli móti AaB, vóru ikki so fáir føroyingar, sum høvdu valt at fara úr Keypmannahavn og til Herfølge
hann var 10 ára gamal mátti mamma hansara fara av landinum á Ríkissjúkrahúsið at fáa viðgerð. Hann fór tá til mammubeiggjan Petur Mohr Dam at vera á Tvøroyri og har at ganga í skúla. Og Petur Mohr Dam fekk [...] lesa víðari, men tíðirnar tá vóru soleiðis, tað bar ikki til. Starv hansara kom síðan at vera á Gjaldstovuni á skattadeildini, har hann arbeiddi, til hann fór frá fyri aldur. Jákup Sune var álitisfólk og [...] sjálvur gjørdist sjúkur. Seinastu tvey árini hevur heilsan bilað og serliga hetta seinasta árið. Hesar tveir teir seinastu mánaðirnar hevur hann búð á Lágargarði. Har hevði hann tað gott og var glaður fyri
sínar barnaskógvar. Tólv ára gamal kom hann í Skemmuna á Sand at búgva. Eftir realskúla í Hoydølum fór hann á Føroya Fólkaháskúla og seinri á Kungälv í Svøríki. Haldi meg ørminnast, at hann byrjaði bókligu [...] Quelle. Varðarnir fara at daga upp á luftina í føroyskum bókmentum - frá Flekkinum lítla til svensku og norðurlendsku klassikararnar, sum hann hevur givið okkum á móðurmálinum! Jákup er giftur Elsebeth [...] Elsebeth úr Ollerup. Børnini, Rúni og Signhild, eru væl komin undan og flogin av garði. Hann býr á Præstevænget við brúnna um Svend-borgarsundið í Svendborg. Har spákar hann við hundinum Bellman, tá ið havið
heinginossur undir eldri harrum, fisur við og uttan hár ella hárband, prostataharrar, sum ganga á ves alla náttina á tamb ella tann merkiliga óræðuliga luktin av egnum lorti. Og jú, tað kann tykjast latrinert [...] sleppur framat í einastandandi vøkrum yrkingum, skrivar Kinna Poulsen m.a. í síni heilsan til skaldið. Øll heilsanin kann lesast á listaportal.com: Jóanes Nielsen 70 — Listaportal [...] dustsins ár og tað var ikki til stuttleika, men ein orðing, sum við Kingoskum álvarsemi skuldi minna okkum á bæði hvaðani vit eru komin, men mest hvat vit nokk so skjótt blíva til (og skulu rísa úr) – ashes to
Tá fór hann upp á skúla á sjómansskúlanum í Havn. Ætlanin var at fara til sjós, tí havi dró. Men mongum brestir ætlan, og tá útbúgvingin var liðug, var Jóannes biðin at vera verandi á sjómansskúlanum og [...] kom hann aftur til Havnar at ganga á VBV. Men hugurin til sjógvin var stórur, og eftir lokið preliminerprógv, var Jóannes til skips við ymsum skipum. Í 1960 fór hann á læraraskúla, har hann hitti Óluvu [...] og undirvísa. Stórur tørvur var á monnum, ið bæði høvdu nautiska- og læraraútbúgving. Hann játtaði við teirri treyt, at hann kundi fáa orlov av og á og fara til sjós. Fleiri ferðir gjørdi hann sær dælt
skuldi koma. Tey komu bæði í stívasta puss á veg í veitslu hjá øðrum, nú tey ikki sluppu upp í part hjá okkum. Jóannes læt seg úr jakkanum, legði seg niður á gólvið, fekk maskinan aftur í rættlag og læt [...] Jóannes ikki fekk slotað seg fram á, tí hann vildi hjálpa og ganga til handa. Var tað hitaplátur til Føroyahúsið ella ein flótandi leikpallur til ólavsøkutiltøkini á Bryggjuni, visti hann ráð fyri tí, [...] Føroyahúsinum, hitti eg mong, sum eg fyrr ikki visti um ella bara hevði hitt her og har. Nú komu vit á tal, gjørdust kenningar og høvdu hugnaligar løtur saman. Ein nýggjur heimur við ungfólki, tilkomnum
i, sum fevndu hann við heitum kærleika uttalaga á Strondum. Síðan gingu 2600 mánamorgnar, og nú er hann fimti, situr sum prestur á Gjaranesi innalaga á Strondum, er maður, pápi abbi og ein lívsroyndur [...] við síðuna av hvørjum øðrum á skúlabonki. Eg minnist ikki heilt um vit kendust áðrenn, ørminnist um at vit hittust fyrstu ferð á eini summarlegu hjá missiónini í skótahúsinum á Kambsdali. Eg eri so takksamur [...] hendi í tí tá spildurnýggja skúlanum á Strondum. Eg var komin um alpurnar úr Oyndarfirði, eini lítlari bygd fyri norðan, avbyrgd og umgyrd av høgum fjøllum og út á Strendur at ganga í skúla. Her var vítt