Judo helt rundar dagar

Leygardagin var almenn móttøka í ÍSF-húsinum, nú bæði Havnar Judofelag, Sunda Judofelag og Judo­samband Føroya hava rundar stovningardagar

Tá tríggir rundir dagar eru um somu tíð innan somu ítróttargrein, er einki meira upplagt, enn at halda teir saman. Tað var eisini tað, judo gjørdi leygardagin, tá almenn mót­tøka var í ÍSF-húsinum, nú Havnar Judofelag 1. mars kundi halda 40 ára stovningardag og Sunda Judofelag 31. mars fyllir 30 ár, umframt at 30 ár vóru liðin 28. februar, síðani Judo­samband Føroya var stovnað.
Eini hálvthundrað fólk vóru møtt til móttøkuna, har formaðurin í Judosambandi Føroya, Sofus Johannesen, bjóðaði vælkomin og stutt greiddi frá høvinum og hesum, sum upp á ein máta kann kallast ein 100 ára dagur, tí so mong eru árini hjá hesum trimum tilsamans.
ÍSF-forsetin, Petur Elias Petersen, fekk síðani orðið og hevði eina ser­liga handan, tí hann vegna Ítróttar­sambandið skuldi handa Jan Günther í Hoyvík og Jóhannesi Johannesen av frá Norðskála gull­heiðurs­merki fyri teirra dygdar- og munagóða arbeiði ígjøgnum ávika­vist 40 og 30 ár. Báðir hava verið við frá byrjan í sínum feløgum og hava verið nevndarlimir har alla tíð­ina, Jan í Havnar Judofelag og Jóhannes í Sunda Judofelag.
– Teir hava tikið sær av nevndar­arbeiðinum, og hava samstundis eisini tikið sær av øllum tí praktiska, ið er tengt at einum ítróttarfelag. Enn tann dag í dag er ítrótturin fast­ur táttur í gerandisdegi teirra, og ikki fer dagur aftur um, uttan at teir á onkran hátt dugna ítrótti ella ítróttar­íðkarunum, segði Petur Elias Petersen millum annað, tá hann handaði teimum báðum gullmerki og heiðursskjal.

Sven heiðraður
Eftir hesa handanina bað Sven Nør­spang um orðið. Hann er ikki hvør sum helst í føroyskum judohøpi, tí tað var hann, ið tók judo ítróttin við sær til Føroya, tá hann kom higar fyri yvir 40 árum síðani. Hann var við til at stovna Havnar Judofelag, men hevði leygardagin eina heilt serliga gávu at geva felagnum, nú tað helt sín 40 ára dag.
Talan var um brúðargávuna, hann og konan í síni tíð fingu frá Havnar Judofelag, sum var eitt vov­ið búmerki hjá felagnum. Nú hesin rundi dagurin var hildin, helt hann tað vera eitt gott høvi at geva felag­num gávuna aftur, tí hon er jú ein partur av søguni hjá felagnum. – Og tað kann eg gera við vælsignilsi frá »heimastýrinum«, helt hann bros­andi fyri.
Sjálvur kom Sven Nørspang í brennidepilin løtu seinni, tá Jan Günter bað um orðið, tí endamálið við røðuni hjá Jan var at gera Sven til heiðurslim í Havnar Judofelag. Sostatt kom Sven til móttøkuna við einari gávu, men kundi fara avstað aftur við einari aðrari. Og tað mundi eisini vera hon væl unt, tí var tað ikki fyri honum, var judo ikki komið til Føroya tá.
Eisini ein annar av pionerunum í føroyskum judo, Lars Jespersen, bar fram eina heilsan, og hann handaði Judosambandinum nakað av tilfari, hann hevði funnið fram.

Skiftandi áhugi
Støðan hjá judo í Føroyum er í dag tann, at bara tey bæði feløgini í Havn og Sundalagnum eru virkin og hava verið tað øll árini. Stórur áhugi er aðrastaðni, og tað sæst aftur á teimum mongum, ið ferðast langan veg fyri at venja á Oyrarbakka og í Havn. Arbeitt verður tí eisini við at seta á stovn nýggj judofeløg.
Fyrr vóru feløgini fleiri í tali, og serliga munnu fleiri minnast felagið í Klaksvík, sum helt á líka til síðst í 90-unum. Harumframt hava judofeløg verið í styttri tíðarskeið í Vágum, Vági og Kollafirði, men einki av hesum er til longur.
Rættiliga avgerandi fyri áhugan hava Oyggjaleikir verið, og tá judo var partur av leikunum frá 1989 til 1995, sást tað aftur í áhuganum. Tá judo hvarv úr oyggjaleikahøpi, fall áhugin stórliga, men tá so judo aftur var við á leikunum á Rhodos í 2007 og í Álandi í 2009, kyknaði áhug­in av nýggjum.
Nú Oyggjaleikir aftur er á skránni í summar, tá teir verða á Isle of Wight, er judo ikki við, men fyri at menna ítróttargreinina og skapa henni nýggjar avbjóðingar, roynir Judosambandið at finna okkurt annað í staðin fyri Oyggjaleikir, so áhugin ikki skal hvørva aftur.