Jóanes Nielsen 70; Dustsins ár

Í dag er hugburðurin til at fylla sjeyti øðrvísi positivur, tí tá eru trýssini farin framvið - hetta tíggjuárið er sambært teimum klóku vandamikil aldur serliga hjá monnum, skrivar Kinna Poulsen m.a. í heilsan til skaldið á føðingardegnum.

Í dag 5.apríl fyllir skaldið, Jóanes Nielsen sjeyti. Sjey faldað tíggju kallaðu tey fyrr í tíðini fyri dustsins ár og tað var ikki til stuttleika, men ein orðing, sum við Kingoskum álvarsemi skuldi minna okkum á bæði hvaðani vit eru komin, men mest hvat vit nokk so skjótt blíva til (og skulu rísa úr) – ashes to ashes, dust to dust. Í dag er hugburðurin til at fylla sjeyti øðrvísi positivur, tí tá eru trýssini farin framvið - hetta tíggjuárið er sambært teimum klóku vandamikil aldur serliga hjá monnum. Í hesum árum kunnu allir møguligar lívshættisligir trupulleikar stinga seg upp av kolestrol, kol, prostata, diabetes, høgum blóðtrýsti og øllum møguligum herjandi fríum radikalum. - Hetta vilja lívsstílsekspertar vera við, men nettupp likamligt forfall, órøkt og afturgongd hjá okkum komandi kistubúgvum eru høvuðsevni hjá Jóanesi Nielsen, ið eisini estetiskt dyrkar tað ljóta framum tað vakra. Hann hevur skrivað um evni, sum eingin annar skrivar um her um leiðir antin tað eru heinginossur undir eldri harrum, fisur við og uttan hár ella hárband, prostataharrar, sum ganga á ves alla náttina á tamb ella tann merkiliga óræðuliga luktin av egnum lorti. Og jú, tað kann tykjast latrinert og infantilt í støðum, men snýr seg helst um okkurt slag av eksistentiellum jarðfesti ella trygdarneti upp ímóti øllum tí stórfingna, sum javnt og samt bylgist í barmi og viðhvørt eisini sleppur framat í einastandandi vøkrum yrkingum, skrivar Kinna Poulsen m.a. í síni heilsan til skaldið.

 

Øll heilsanin kann lesast á listaportal.com:

 

Jóanes Nielsen 70 — Listaportal