JÓHAN CARL DAM, arbeiðari: Kann nakar svara hesum spurningum

Seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um tað, at hópurin av fremmandari arbeiðsmegi, sum kemur til Føroya, er alsamt vaksandi. Tosað hevur verið um, um tað nú er so heppið, at púra fremmand og ókend fólk taka arbeiðsuppgávur úr hondunum á føroyingum

Tosað hevur verið um, hvørjar avleiðingarnar eru ella kunnu verða av, at so nógv fremmand fólk koma og búleikast í okkara lítla landi. Fólk við øðrvísi hugsanum, øðrvísi mentan, siðalæru o.s.fr. Tosað hevur verið um, hví hesi fólk eru so nógv meira attraktiv fyri okkara arbeiðsgevarar. Um tey duga so nógv betur, ella um tey bara eru bíligari og lættari at hava við at gera? Og so hava nógv eisini hugleitt um, hvussu hesi fólkini hava tað, meðan tey eru í Føroyum. Kanska ikki so nógv í arbeiðstíðini men uttan fyri hesa. Hvussu búgva tey? Hvørjar sømdir og hvørji rættindi hava tey annars? Eru tey tryggjað á nakran hátt? Í mun til óhapp, sjúku ella arbeiðsloysi?
Hvussu væl kennir arbeiðsgevarin hesi fólkini
Nógv eru, sum spyrja, hvussu væl arbeiðsgevarin kennir hesi fremmandu arbeiðsfólkini. Til teirra arbeiðsevnir og førleikar. Eru tey betri arbeiðsmegi og meira álítandi enn tann føroyska? Kenna hesi fólkini nakað til tær treytir, sum settar eru vørunum, tey eru við til at framleiða?
Skulu vit trúgva stjóranum í Føroya Fiskavirking, Meinhardi Jacobsen, so innflyta arbeiðsgevarar fremmanda arbeiðsmegi, tí tann føroyska er ikki nýtilig. Er tað so? Er tað so, at teir føroyingar, sum hava arbeitt á flakavirkjum seinastu hálvtrýss árini, ikki hava dugað sítt arbeiði? Ella er hesin ódugnaskapur brádliga íkomin? Ella er tað so, at føroyska arbeiðsmegin ikki er nóg álítandi? Og nær er tað so hent?
Stjórin á Fiskavirking sigur, at føroyingar er ikki nóg fimhentir. Tað kann vera, at ein kann finna 100 asiatar, sum eru fimhentari enn føroyingar, tí teir verða valdir millum milliardir. Hin vegin stendur tað rimmarfast, at føroyingurin vanliga er rættiliga fittur í hondum, og dugi eg ikki at skilja, at Meinard ikki kann finna fimhentar føroyingar. Nei, trupulleikin er helst tann, at Meinhard og aðrir arbeiðsgevarar ikki vilja nýta orku og pening upp á at gera arbeiðsuppgávuna attraktiva, ikki vilja nýta orku og pening upp á at útbúgva arbeiðsfólkið. Fyri mær at síggja, skuldi førleikamenning av okkara starvsfólkum verið ein sjálvsagdur hornasteinur í royndunum at betra um góðskuna og harvið eisini inntøkuna hjá virkinum. Men Meinhard og hinir hugsa bert um at fáa sum mest fyri vøruna. Tí hugsa teir meira um lágan framleiðskostnað enn førleikamenning og vørugóðsking.
Og tí eru vit esini nógv, sum hava illgruna um, at fremsta ætlanin við at innflyta fremmanda arbeiðsmegi er ein lækking av lønar- og øðrum hugsandi útreiðslum.
Hvat vita myndugleikarnir
Hvat vita myndugleikarnir um hesi fremmandu fólkini, ið eru í ferð við at herseta okkara flakavirki? Er tað nakar myndugleikapersónur, sum hugsar ein einasta tanka hesum viðvíkjandi? Eg veit ikki, men eg haldi, at tíðin er komin at hugsa, og at hugsa skjótt. Talið á fólkum, sum hava fingið arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum er vaksið við 200% eftir heilt fáum árum, og er tað eingin sum hugsar og eisini ger nakað, so fer talið at vaksa við vaksandi ferð.
Nú vóni eg, at lesarar av hesi grein ikki skilja hana sum álop á fremmand arbeiðsfólk í Føroyum. Sjálvsagt eru tey eins og vit. Ymisk á ymiskan hátt. Orsøkin til hetta skriv er tí ikki eitt álop á tey men meira ein ávaring ímóti, at hesi fólk møguliga eru reiðskapur í hondunum á spekulantum, sum eiðrindaleyst útnytta tey til egnan vinning. Somu spekulantar aftra seg eftir øllum at døma ikki við at ofra føroyskar arbeiðarar í somu tráðan eftir vinningi. Eg havi tó hug at seta okkara myndugleikum nakrar spurningar um, hvussu væl teir eru kunnaðir um hesi fremmandu.
Hvussu væl kenna okkara myndugleikar (í hesum føri teir donsku) hesi fólkini? Viðvíkjandi heilsustøðu. Likamliga og sálarliga. Eru tey smittuberar av onkrum slagi? Nýta tey stoffir? Eru umstøður teirra í heimlandinum kannaðar? Kenna tit fortíð teirra? Ella lata tit bara øll, sum vilja, koma inn í land okkara? Ganga tit á henda hátt ørindi fyri spekulantarnar? Er løtuvinningur arbeiðsgevaranna av størri týdningi enn trivnaður føroyinga? Arbeiðsgevarar hugsa ikki um møguligar avleiðingar fyri land og fólk upp á sikt. Gera myndugleikarnir tað? Er tað nakar viðkomandi myndugleiki, sum bert eina løtu hugsar fyrimunir kontra vansum við stórari fremmandari arbeiðsmegi her á landi?
Hvat verður tað næsta
Tað tykist, sum hevur hugburðurin um, at vinningur arbeiðsgevarans skal ganga fram um tilveru og trivnað arbeiðaranna, ja fram um alt annað, eisini fingið fastatøkur her á landi. Alt verður loyvt, bert tað gagnar kapitalinum. Og nógv eru við mær sum ræðast, at søgan endar ikki her. Aðrir fáa sama hugskot, og skjótt er allur arbeiðsmarknaðurin, á sjógvi sum á landi, væl mannaður við fremmandar arbeiðsmegi. Sum ikki bara er bíligari, men sum eisini letur sær nógv meira lynda enn føroyingurin. Tann fremmandi er kanska vanur við trælakor, og setur hann tí ikki nevniverd krøv. Bert hann fær løn, nakað av mati og tak yvir høvdið, ja, so er tilvera hansara batnað við fleiri hundrað prosentum. Hesum ger tann føroyski arbeiðsgevarin sær dælt av.
Spurningurin er tó, um føroyski arbeiðarin skal lata sær hesum lynda? Um føroyingurin skal tað?
Provokeri
Sum lesarin helst hevur skilt, so er greinin skrivað á rættiliga provokerandi hátt. Kanska kenna bæði arbeiðsgevarar og fremmand arbeiðsfólk seg illa viðfarin í greinini. Tað hevur sum sagt ikki verið mín ætlan at niðurgera fremmand arbeiðsfólk í Føroyum. Bert haldi eg tað vera neyðugt at rópa varskó í tøkum tíma. Um arbeiðsgevarin kennir seg bitnan í afturpartin, so skal eg heilsa og siga, at tað eri eg fegin um. Bert vóni eg, at bitið í sama aftur part fær arbeiðsgevaran at vakna og støðga á, aðrenn hann letur allar føroyskar arbeiðarar upp fyri skutil. Heldur skuldi arbeiðsgevarin hugsað um at dagført og førleikament føroysku arbeiðsmegina.
Um nakar myndugleikapersónur lesur greinina, so skal tað vera mín vón, at hesin og aðrir myndugleikapersónar síggja álvaran og gera nakað við hann.
Annars fari eg at ynskja øllum føroyskum sum fremmandum arbeiðarum her á landi gott nýggjár. Somu heilsan fáa arbeiðsgevarar og myndugleikar.
Fari at enda skrivið við eini bøn um, at onkur kann geva mær eitt sakligt og skilagott svar upp á teir spurningar, sum settir eru fram í hesum skrivi.

Jóhan Carl Dam, arbeiðari