Jákup í Skemmuni 60 ár – ein heilsan á føðingardegnum

Í dag, 27. okt. fyllir týðarin og mentamaðurin, Jákup í Skemmuni, 60 ár.
Hann er føddur í Vági, har hann sleit sínar barna­skógvar.
Tólv ára gamal kom hann í Skemmuna á Sand at búgva. Eftir realskúla í
Hoydølum fór hann á Før­oya Fólkaháskúla og seinri á Kungälv í Svøríki.
Haldi meg ørminnast, at hann byrjaði bókligu leið­ina sum týðari í blaðnum 14. sept. og í tíðarritinum Glugg­anum.
“Flestra manna lív er rit í moldum...” sigur Janus í heiðurskvøðu síni til Hamm­ershaimb. Forlagið Nýlendi hjá Jákupi hevur ikki ligið og skavað í øskuni! Eyðkennismerkið eru penn­urin og hakin, sum velta upp úr nýggjum.
Týðingar og útgávur hans­ara toga upp ímóti teimum 200.
Í 1986 fekk hann Barna­bóka­heiðursløn Tórshavnar Býráðs.
Og Svenski Rithøvunda­grunnurin læt honum í 1994 virðisløn fyri drúgva týðara­starvið úr svenskum til før­oyskt.
Hann hevur tikið cand.phil prógv í norðurlendskum máli- og bókmentum frá lærda háskúlanum í Odense. Tá skrivaði hann høv­uðs­ritgerð um J.H. Scröter.
At geva út bøkur er tungt hoyggj at draga. Tú verður ikki ríkur í pengum.
Men hugsjónarmaður kann ikki lata vera! Kjølfestur í máli og mentan.
Jákup er ikki kálvføddur við Daells Varehus og Quelle.
Varðarnir fara at daga upp á luftina í føroysk­um bók­mentum - frá Flekk­inum lítla til svensku og norðurlendsku klassik­ararnar, sum hann hevur givið okkum á móður­málinum!
Jákup er giftur Elsebeth úr Ollerup. Børnini, Rúni og Signhild, eru væl komin undan og flogin av garði. Hann býr á Præstevænget við brúnna um Svend-borgar­sundið í Svendborg. Har spákar hann við hundinum Bellman, tá ið havið dregur og hugurin sveimar...
Hjartaliga til lukku, vinurin!


Det är något bortom bergen, bortom blommorna och sången,
det är något bakom stjärnor, bakom heta hjärtat mitt…
-------------- Arnfinnur Thomassen