ikki vónbrotin av, at eg ikki varð vald til ársins ítróttarfólk. Sjálvandi vilja øll vinna, men tað er bara ein vinnari millum tey fimm, sum vórðu innstillað til heiðurslønina, sigur 16 ára gamla Heidi [...] hon er eisini kosin ársins ítróttarfólk við breki í Hollandi. Hini fýra, sum vóru við í kappingini, fingu ikki at vita, hvar í røðini tey vóru. Uppliving fyri lívið Heidi Andreasen sigur, at henda ferðin [...] minnast. ? Hetta hevur verið ein uppliving fyri lívið, og eg eri glað fyri, at eg fekk møguleikan til at vera við. Eg havi ongantíð upplivað nakað so stórt og flott, sigur Heidi um karmarnar kring tiltakið
settur til m. a. at taka sær av sjálvstýrismálinum og tað er fyrstu ferð, at føroyingar hava ein sjálvstýrismálaráðharra. Týsdagin kom so fyrsta útspæl hansara fyri tingið í hesum sambandi. Uppskot til samtyktar [...] avtaluni við donsku stjórnina 10. juni í ár fingu vit staðfest, at danska stjórnin fegin vil samráðast um málið. Høgni Hoydal leggur dent á, at hann onga orsøk sær til, at andstøðan skal haldast uttanfyri arbeiðnum [...] m at fara undir samráðingar við donsku stjórnina, men samstundis er eisini ætlanin, at leggja upp til eitt opið aðalorðaskiftið millum allar politiskar flokkar og almenningin við, sigur Høgni Hoydal,
røðarum oman á Hotel Hafnia, til ein kopp av kaffi og eina smákaku. 1. mai her í Havnini, er eitt flovisligt kakuball fyri innboðin! Ein festdagur Fyri gott 20 árum síðani hoyrdi eg til tann glaða skara, sum [...] fylkjast móti sínum høvuðsfígginda, bakkaðu, tá Týskland og Frakland byrjaðu at dubba seg til kríggj. Tá tað kom til skarpskeringar, høvdu teir onki ímóti at tyskir og franskir arbeiðarar drupu hvønn annan [...] Og tað var ikki tí at hann bar serligan alsk til pisshús. Men hann vildi at fólk skuldu lata sítt land yvir hetta gandaða metallið, ið hevði verið upphav til so nógvan vesaladóm. Settu krøv Eisini í Føroyum
tað nakrantíð bleiv til nakað, sigur Cold, sum eisini fegnast um stuðul, sum feløg, stovnar og kommunur vístu ætlanini, tá ferðast var í Føroyum. - Tað skuldi entusiasma og mót til at fáa ætlanina í lag [...] hvussu tað nú er við hasi ætlanini, hugleiðir Steen A. Cold, sum fegnast um at hava fingið høvi at koma til Føroya nakrar ferðir, eftir stjóratíð sína fyri 20 árum síðani. Cold skrivar í dag bøkur og [...] ein norskan ráðharra. - Tað varð nógv hugsað tá, og tað eigur ein ikki at gloyma, tí einki verður til av sær sjálvum, sigur Cold um væl eydnaðu ætlanina, Norðurlandahúsið, sum er eindømi og sum nú verður
ferð í fáar dagar var á vitjan í Badmintonhøllini í Klaksvík. ? Vit dekkaðu væl, og fyri fyrstu ferð fingu vit verjuna at koyra ordiliga. Endiliga eydnaðist tað, sigur Fríðin Ziskason, ið turrisliga leggur [...] hoyvíkingurin, Hanus Norðberg, sum skjeyt 12 mál. Fyrr í vetur spældi hann við H71, men er nú fluttur til Klaksvíkar. Besti málskjútti hjá H71 var Dánjal Tórgarð, somuleiðis við 12 málum.
Føroyum. Um orsøkirnar til framgongdina hjá sambandinum í Vágunum nevnir Marjus millum annað skattalættan, sum tó ongantíð er kunngjørdur og lagdur fram fyri veljaran. ? Um fólk fingu meira at vita um sk [...] Sambandsflokkurin stendur til at fáa tveir tinglimir í Vágunum við komandi val sambært seinastu veljarakanningini, og Marjus Dam fegnast sjálvandi um hesa framúr stóru undirtøkuna flokkurin fær í Vágunum [...] Vágunum sambært kanningini í Sosialinum í dag. ? Um Sambandsflokkurin hevði komið til valdið í 1998, og fullveldismálið ongantíð var komið á dagsskránna, hevði flogvøllurin staðið útbygdur í dag, sigur Marjus
sæð nógv. Vit kundu hugsað okkum at komið til Klaksvíkar, men tað ber ikki til undir hesum umstøðunum, siga tey bæði. So tað má bíða til næstu ferð tey koma til Føroya, tí tað kundu tey hugsað sær. ? Jú [...] ringja inn til Radio Alfa. Frá teimum fingu vit eitt »boardingnummar«, sum vit skuldi latast í eina trumlu í bygningi teirra, sigur Lauge Vestergaard. Drigið var um vinningin, sum var henda ferðin til Føroya [...] vinarlig og fryntlig fólk, sum ikki kendu stórvegis til Føroyar áðrenn henda túrin. ? Eg kendi púrt einki til Føroya, sigur Lis, sum situr bundin til koyristól, tí hon hevur barnalammilsi. Hon hevur verið
at tað er góð tíð til at umráða seg í. Tað tekur ikki so nógva tíð at fáa tann útbúnaðin, sum skal brúkast, til vega, tá farið verður í gongd. -Í veruleikanum kann ein bíða við hesum til teir fyrstu teigarnir [...] tá tosa vit um ein útvikling yvir 20 til 30 ár, og tá er náttúrligt, at politikarar taka støðu til plasering, og um basavirksemi skal brúkast politiskt til at varðveita ella menna eitt ávíst øki í landinum [...] tykkum til eina oljuvinnu við m.a. at fáa tey fólk og ta vitan, sum brúk er fyri. Nú gera vit okkum tilreiðar til at vera við í tí fyrsta útbjóðiningarfarinum. Nær henda rundan verður er upp til føroyingar
orsøkina til orðavalið hjá landsstýrismanninum. ? Høgni Hoydal hevur lagt eitt uppskot fyri tingið, sum samgongan hevur gjørt, og tí má roknast við, at andstøðan hevur kritiskar viðmerkingar til uppskot [...] Hans Pauli til tosið hjá varaløgmanni um Malta. Føroyar er og verður ikki Malta Undir viðgerðini av uppskotinum hjá landsstýrinum hevur Høgni Hoydal, sambært Hans Paula Strøm fleiri ferðir víst til ta skipanina [...] sjálvstøðugt fingu maltabúgvar eina búskaparliga skiftisskipan við bretska ríkið, sum tryggjaði, at Malta ikki datt niður ímillum búskaparliga eftir broytingina. Men Hans Pauli heldur ikki, at tað ber til at samanbera
er alskyns góðgæti í pakningum, sum eru so litfagrir at ein hevur hug at eta pakningin eisini. Vit fingu eitt prát við Fróða Olsen, sum er sølumaður hjá Damfar og sum er ein av trimum sølumonnum hjá felagnum [...] vørur, so er teir starvsfelagar og tey vinarbondini skulu haldast við líka. ? Hetta er eitt sera gott høvi at tosa við starvsfelagarnar. Her eru nógvir her uppi og vit hugna okkum við einum kaffikoppi og fáa