? Endiliga koyrdi verjan hjá okkum

Team Klaksvík-H71 32-30 (18-15)

 

Sum kanska væntandi var, hevur tað gingið sera striltið hjá Team Klaksvík, sum í vetur fyri fyrstu ferð spælir í bestu mansdeildini í hondbólti. Men í kvøld bragdaði, tá H71 fyri aðru ferð í fáar dagar var á vitjan í Badmintonhøllini í Klaksvík.

 

? Vit dekkaðu væl, og fyri fyrstu ferð fingu vit verjuna at koyra ordiliga. Endiliga eydnaðist tað, sigur Fríðin Ziskason, ið turrisliga leggur aftrat: ? Fram kemur tann, ið hóvliga fer?

 

Team Klaksvík var á odda 17-14 í hálvleikinum, og endaði við at vinna 32-30. Tá bara tveir minuttir vóru eftir, kom H71 upp á javnt, 30-30, men so skoraðu Dánjal Kjærbo og Beinir Heðinsson tey bæði sigursgevandi málini síðstu løtuna.

 

? Tað hevur gingið rætta vegin hjá okkum síðani á jólum, og hetta var nógv tann besti dysturin, vit hava spælt í vetur, sigur formaðurin í Team Klaksvík, sum eisini er annar av venjarunum.

 

Toppskjútti hjá Team Klaksvík var hoyvíkingurin, Hanus Norðberg, sum skjeyt 12 mál. Fyrr í vetur spældi hann við H71, men er nú fluttur til Klaksvíkar. Besti málskjútti hjá H71 var Dánjal Tórgarð, somuleiðis við 12 málum.