við flogfarinum hjá Atlantsflog á ferðini til Skotlands mánadagin seinnapartin. Nemurs var eisini við seinast, tá Føroya spældu í Skotlandi og taptu 5-1. ? Tá haldi eg, at tað var bara málmaðurin á muni [...] fráfallið hjá skotum, so eru teir eitt gott lið. ? Men Turkaland vann á Týsklandi, Kypros vann á Spania, so hví kunnu Føroyar ikki vinna á Skotlandi? [...] muni, tí vit høvdu nøkur vøkur skot á mál - m. a. Jan Allan, sum hevði nøkur rættuliga góð skot, so eg trúgvi, at vit hava ein rímuligan møguleika at klára okkum móti Skotlandi, sigur Nemus. Hann leggur afturat
er arbeiðið enn ikki liðugt. Spurningurin er, um skulu hava antin privat ella almenn oljufeløg her á landi ella bæði tvey? Helst eru ymsar meiningar um tað. Hetta er so stórur álvarsspurningur, at eitt [...] uttanfyri, hvørja trygd hevur so eitt privat føroyskt oljufelag fyri at fáa nakað burtur úr í heila takið? Og tekur eitt privat føroyskt oljufelag upp samstarv við bara eitt oljusamtak, merkir tað tá, at [...] myndugleikar verða ?tvingaðir? til at geva hesum samtaki fyrimunir ella skal hetta samtakið viðgerast á jøvnum føti við onnur oljufeløg? Er tað kappingaravlagandi, um eitt oljusamtak, tí tað hevur avtalu
in, sum tíðliga í 1. hálvleiki gav Sámali Joensen ælbogan, so gøtumaðurin umborð á flogfarinum hevði eina blóðsamling á vørrini sum minni frá dystinum. ? Men hann gjørdi hatta ikki við vilja. Eg havi tikið [...] liðformaðurin Jens Kristian Hansen og metmaðurin á liðnum, Óli Johannesen, sum avgjørt stóðu sterkastir í myndini av øllum. ? Vit kendu ikki tað trýstið á okkum, sum vit gjørdu, tá vit spældu í Glasgow fyri [...] kom á vøllin. Undan dystarbyrjan hevði Allan Simonsen umhugsað at seta Pól Thorsteinsson inn í miðverjuna og at lata Jóhannes Joensen, sum sostatt hevði fingið sín fyrsta landsdyst, fáa plássið á høgra
Búskaparliga byggir fullveldisætlanin á eina illusjón Eg havi m.a. loyvt mær at vísa á, at onki búskaparligt grundarlag er undir fullveldisætlanini. Búskaparliga byggir hon á eina illusjón um, at tá fullveldið [...] altavgerandi fyri møguleikunum at vinna fram á mál. Tí undrar tað meg stórliga, at landsstýrið, samgonga og boðfretar teirra, sum siga seg leggja so øgiliga stóran dent á eitt alment, breitt, opið og politiskt [...] fullveldisskránni, eru á púra skeivari leið? Ella er man veruliga so kroystir av hesum, at man víkir undan hesum ólagaliga orðaskiftinum og heldur skundar sær at loypa yvir í næsta punkt á skránni. Nú skal tað
ein sera fegin Marjun Joensen, sum vit fingu orð á fríggjadagin. Hon greiðir frá: Í marts mánað tá var langt á mál, og eg hevði bestan hug at gevast á hondum, men tað eru so nógv góð fólk, sum hava biðið [...] púrasta lagdur í oyði. Snøgt sagt alt brann innan úr handlinum og umframt tað fingu veggirnir og takið so stóran skaða, at mett var best at alt varð tikið niður. Tað skal ikki dyljast, at tað vóru hugtung [...] og tógvhandilin. Nógv fólk blandaðu nøvnini og tað var enntá so galið, at posturin viðhvørt endaði á skeivum stað, sigur Marjun. Tí havi eg avgjørt at broyta navnið soleiðis at handilin nú eitur »hjá Marjun«
bæsa sjúkum og líðing. Men Helena Dam á Neystabø eigur ikki blankt at avvísa ávaringarnar - og geva seg upp í hendurnar á einum lækna, sum heldur tað verða rætt nú upp á standandi fót at lata hesar týðandi [...] neyðuga fyrireikingararbeiðið varð gjørt, og uttan at viðkomandi myndugleiki nóg væl varð eftirspurdur. Á sama hátt kunnu vit nevna Skotlandssiglingina, sum sami landsstýrismaður formøblaði. Hóast staðiligar [...] datt niðurfyri. Síðani hevur hann angrað, men tað hjálpir so lítið, tá skaðin er hendur. Helena Dam á Neystabø tykist at vera eins imopnerað av nýggju tøknifrøðini, sum ger, at vit við at granska okkum
bøkur vóru til á føroyskum. Hósdagin komandi eru sostatt 170 ár liðin síðani stovningardagin. - Tað hevur verið eitt ódnartak tá í 1828 at seta eitt bókasavn á stovn. Men eg rokni við, at takið hevur ikki [...] skulu rindast 100% úr kommunukassanum. Sum er fer alt fyrireikingararbeiðið á ymsu skúlabókasøvnunum fram á Landsbókasavninum og á Býarbókasavninum, og tað er stórarbeiði. Her er ikki rættiligt samsvar, sigur [...] er ymiskt, ið bendir á, at nøkur góð ár eru í væntu. Í fíggjarlógini næsta ár fær bókasavnsverkið slaka millión krónur afturat í játtan. Hóast bókasavnsverkið hevur verið skorið inn á bein í kreppuárunum
kappingin ? lokalpolitikk kappingin ? aftur á skránni. -Undirsjóartunnil til Vágarnar -Flogvøll á Tvøroyri -Undirsjóartunnil til Klaksvíkar -Flogvøll á Glyvursnesi -Berghol á Suðuroynni -o.s.fr., o.s.fr.. Hava [...] varð ikki gjørt, kanska av ræðslu frá danskari síðu fyri, at missa tað einasta verðuliga takið, ið teir hava á Føroyum ? nevnliga ríkisstuðulin. Eisini var møguligt, hjá Landsstýrinum at fáa nógv fleiri [...] kreppuni. Men fyrst og fremmst lá ábyrgdin á teimum politisku herðunum, ið vóru valdir til at umboða føroyska fólkið. Politikarnir vóru ávaraðir longu í 1980 og hereftir á hvørjum árið, men tað varð gjørt gjøldur
landsliðið at vinna til dømis á Spania? At kalla null. Helst hevur Sumba heldur størri møguleika at klára HB, í hvussu so er á heimavølli á Krossinum (í ár vóru sumbingar á odda og taptu 1-2 í endanum) [...] vinnur á HB ella B36, skulu vit siga, 3-1, so verður hetta ein bumba, ein sensasjón, sum øll leingi fara at tosa um. Fólk minnast enn, hvussu Sumba vann á HB 3-1 í Gundadali í 1991. Men um HB vinnur á B36 [...] altjóða kappingum á jøvnum føti við »risarnar« úr Onglandi, Týsklandi og Italia. Próvgrundir fyri at útihýsa »dvørgunum« framføra Beckenbauer, Berlusconi og hinir fótbóltssnobbarnir júst á sama hátt, sum
verða ógrundaðan. -Eingin kann set a ein fingur á tann mátan, sum Oljufyrisitingin brúkt við at upplýsa oljufeløgini um treytir ol. Her er einki, sum bendir á ella vísir, at oljufeløgini nýtast at hava nakran [...] eru nóg góð tilboð til, at tú kanst taka av einum av teimum. Kjartan Hoydal váttar, at tað er munur á tilboðunum, og at talan eru ymsar loysnir, sum veljast kann ímillum. -Trupulleikin er tann, at vit skulu [...] partur minkar við føroyskari luttøku Vit spurdu Kjartan Hoydal, hví hann heldur oljusamtøkini í heila takið vilja hava eitt føroyskt felag, sum hevur sera avmarkaðar peningamøguleikar og vitan annars, við?