Vit upplivdu tað eisini við fyrrverandi landsstýrismanni Sjálvstýrisfloksins, sum var so imponeraður av eini ávísari verkætlan um Kirkjubømúrin, at hann tók avgerðina sjálvur, uttan at neyðuga fyrireikingararbeiðið varð gjørt, og uttan at viðkomandi myndugleiki nóg væl varð eftirspurdur.
Á sama hátt kunnu vit nevna Skotlandssiglingina, sum sami landsstýrismaður formøblaði. Hóast staðiligar ávaringar, so tók hann avgerðina - og úrslitið var, at siglingin datt niðurfyri. Síðani hevur hann angrað, men tað hjálpir so lítið, tá skaðin er hendur.
Helena Dam á Neystabø tykist at vera eins imopnerað av nýggju tøknifrøðini, sum ger, at vit við at granska okkum sjálv og arvaeginleikar okkara kanska kunnu bæsa týnandi sjúkum, sum eitt nú krabbameini.
Jú, hetta er avgjørt spennandi, og sjálvandi eiga vit at gera okkara til at menna vísundina - við tí í hyggju at bæsa sjúkum og líðing.
Men Helena Dam á Neystabø eigur ikki blankt at avvísa ávaringarnar - og geva seg upp í hendurnar á einum lækna, sum heldur tað verða rætt nú upp á standandi fót at lata hesar týðandi upplýsingar til ávísan íslendskan privatpersón, sum soleiðis fær einkarrættin.
Tað var Kristian Magnussen, fyrrverandi landsstýrismaður í heilsu- og almannamálum, sum fyrstur var frammi við ávaringunum - og fyrr í vikuni tók helmingurin av tingsins limum undir við honum.
Í dag verður síðsta orðið sagt í hesum máli - og skal týðandi avgerðin takast: Skulu vit - púra ófyrireikað - lata av hondum hesar upplýsingar til onkran í Íslandi, ella í Sveis?
Siðsemisnevndin ávarar. Læknar ávara. Prestar ávara. Sjúkrasystrar ávara.
Tingmenn! Takið ávaringarnar í álvara. Tað skaðar einki, um vit bíða eitt bil og fyrireika neyðuga lógarverkið.