Alment - privat í frálandavinnu!

HÓAST gongdin í sambandi við eina komandi føroyska frálandavinnu líkasum lutvíst er steðgað upp, nú bíðað verður í eftir eini loysn í marknatrætuni millum Føroyar og Bretland, verður tó arbeitt á mongum økjum at gera klárt til 1. útbjóðing, ið verður í 1999.

OLJUFELØGINI hava gjørt sítt heimaarbeiði og eru mestsum klár. Umframt at bíða eftir eini loysn í marknamálinum fylgja tey eisini við, hvat hendir í spurninginum um eina kolvetnisskattalóg. Oljuráðleggingarnevndin fer fyrsta dagin at viðgera tann spurningin. Aðrir spurningar um eitt nú útgerðarhavnir og leiklutin hjá føroyskum ídnaði í eini komandi frálandavinnuni eru eisini frammi.


SPURNINGURIN um føroyska luttøku í sjálvari oljuleitingini er eisini frammi javnan. Her verður m.a. hugsað um føroysk oljufeløg, sum vilja vera við frá byrjan sum partur av útlendskum oljusamtøkum. Herfyri hevði Sjónvarpið samrøðu við formannin í einum av privatu føroysku oljufeløgunum, sum vísti aftur óttanum hjá umboðum fyri útlendskum oljufelag um, at tað fer at verða kappingaravlagandi, um ávís oljusamtøk, sum gera avtalu við føroyskt oljufelag, fáa fyrimunir í eini útbjóðing av júst hesi orsøk.


MERKILIGA lítið hevur at verið at hoyra til ætlanina um eitt alment føroyskt oljufelag. Tað var undanfarni løgmaður, sum setti nevnd at arbeiða við hesum, men sum skilst, er arbeiðið enn ikki liðugt. Spurningurin er, um skulu hava antin privat ella almenn oljufeløg her á landi ella bæði tvey? Helst eru ymsar meiningar um tað. Hetta er so stórur álvarsspurningur, at eitt alment orðaskifti eigur at vera um spurningin, áðrenn vit fáa eina útbjóðing. Skal tað t.d. vera politiski setningurin, at tað er nóg gott við einum ella tveimum privatum oljufeløgum, sum taka upp samstarv við útlendsk samtøk, ella skulu vit eisini hava eitt alment felag, sum tryggjar føroyska luttøku í øllum loyvum, sum verða givin og ikki bert í nøkrum heilt fáum? Um vit ikki ynskja eitt alment oljufelag, eiga vit tá sum minstamark at krevja, at tað almenna er við í privatum oljufelag við í minsta lagi 30%? Velja vit at halda tað almenna uttanfyri, hvørja trygd hevur so eitt privat føroyskt oljufelag fyri at fáa nakað burtur úr í heila takið? Og tekur eitt privat føroyskt oljufelag upp samstarv við bara eitt oljusamtak, merkir tað tá, at føroyskir myndugleikar verða ?tvingaðir? til at geva hesum samtaki fyrimunir ella skal hetta samtakið viðgerast á jøvnum føti við onnur oljufeløg? Er tað kappingaravlagandi, um eitt oljusamtak, tí tað hevur avtalu við eitt privat føroyskt oljufelag fær fyrimunir fram um onnur samtøk, sum vilja gera íløgur her? Tað almenna hevur sjálvandi møguleika at fáa optión í øllum loyvum, soleiðis at tað ikki verður tilvildin, sum ræður, tá farið verður at bora. Eingin sigur, at forðingar skulu leggjast í vegin fyri privatum føroyskum oljufeløgum, men hetta er so stórt samfelagsmál, at einki eigur at verða latið upp til tilvildina. Spurningurin er um vit hava brúk fyri bæði privatum og almennum oljufelag og/ella vit eisini eiga at tryggja samfelagnum inntøkur frá møguligum oljukeldum á annan hátt?