verður farið undir byggingina fyrst í apríl. M.a. hevur Richard Thomsen á Tvøroyri fingið loyvi at seta eina betong- blandistøð upp inni á Oyrunum í Vági til at blanda betongið í. Johan Dahl vil fyribils onki [...] slóð fyri teimum, sum hava hug at gera íløgur í vinnulívið. Ikki færri enn tvær nýggjar ætlanir eru á veg, sum Býráðið hevur givið loyvi til. Loyvi til tvey virki Tað vil siga, at í løtuni eru ikki færri [...] eitt virkið uttanfyri gamla flakavirkið, Polarfrost. Eyðfinn Mørk sigur, at eisini hetta varð samtykt á býráðsfundinum leygardagin. Hann sigur, at væntandi fer Býráðið undir ta útfyllingina heilt skjótt.
Andreassen fyrilestur í missiónshúsinum á Glyvrum um evnið »Martin Luther«. Øll eru vælkomin. Sjómanskvinnuringarnir í Søldarfirði, Lamba, Runavík, Rituvík og á Toftum savnast á Runavíkar Sjómansheimi mánakvøldið [...] fyri børn á Herningvejskole. Í høllini á Filstedsvejensskole: Týskvøld og hóskvøld hondbóltsvenjing fyri menn og kvinnur. Fríggjakvøld kl. 18-20 innandura fótbóltur. Nærri boð um tiltøk og tíðir á tlf. 98 [...] mikukvøldið 25. mars kl. 20. Sjómanstrúboðarin verður við. Allar kvinnur eru vælkomnar. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnudagin kl. 14: Sunnudagsskúli. Onki møti verður sunnukvøldið vegna missiónsviku í Vági. Mi
Fyri Ova Djurhuus var lívið eitt áhugavert lív við nógvum almennum uppgávum. Hann var býráðslimur á Tvøroyri í mong ár. Sum varaborgarstjóri avloysari fyri P. M. Dam sála, var tað hann sum leiðari, ið tók [...] leiðara varð vunnið á mál. Persónliga havi eg mist ein sterkan stuðul, sum var mær hollur. Røddin er tagnað, men eftir stendur minnið um ein persón, sum altíð var tryggur og sterkur, tá ið á stóð. Eg drýpi [...] borg, tað var ein hørð tíð tú á odda var, einsamallur mangan, tí lívið lær. Framgongd var styrkin, mál og mið, sum formaður framdi tøk, tú tók stig, førdi bygd okkara fram á veg. Í søgubók skriva, har vilja
Løgtingið ikki hava veitt teimum lágløntu á landi sama skattalætta sum veittur er øðrum løntakarum. Víst verður í hesum sambandi á, at tey, sum arbeiða í fiskivinnuni á landi, hava bara ALS at dúva uppá. [...] rættindi hjá fakfelagsrørsluni. Sum fakfeløgini áður hava víst á, eiga partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir at finna fram til eina skipan, sum á tryggan hátt kann avgreiða møgulig trætumál ímillum partarnar [...] annar tiltakslimur er Karla Einarsson í Runavik og triði tiltakslimur er Hildibjørg Brattalíð á Tvøroyri Mótmæla harðliga Sum tað onkuntíð er hent fyrr, gjørdi aðalfundurin í ár av at orða eina yvirlýsing
skapt nógv arbeiði, bæði á sjógvi og landi samstundis sum tær hava givið føroyska samfelagnum góðan valuta. Í næst seinastu viku landaði Skútunes 100.000 pund av hávi á Tvøroyri, og hetta er eisini ein [...] undirgrundini skal í størst møguligan mun koma okkum núlivandi og teimum, sum aftan á okkum koma, til góðar og ikki enda á útlendskum hondum. Skulu vit varðveita týdningin av okkara hermálsligu støðu her [...] kongafiski og svartkalva í altjóða sjógvi á Reykjanesrygginum. Hví fáa vit so lítið burtur úr her? Óførir menn Men vit hava so sanniliga eisini glottar at vísa á í føroyskari fiskivinnu, har menn eru gingnir
ag er av álvara farin at ridla. Báði handverkarafeløgini í Havn og á Tvøroyri hava samtykt at melda seg úr Føroya Handverkarafelag á aðalfundinum, sum verður í mai. Og nú sigur Poul Hammer, formaður í [...] handverkarafeløgini á Tvøroyri, og í Vági eru eisini samd um, at fer annað felagið burturúr, eigur hitt felagið at fylgja eftir. Tað fer at verða ov tvørligt at vit skulu liggja á Hovsegg og kríggjast [...] eisini handverkarar úr Vági, sum arbeiða á Tvøroyri og øvugt. So enda vit í hvør sínum parti, verður tað ov trupult Poul Hammer sigur eisini, at fara Havnin og Tvøroyri burturúr, er nógv minni enn helvtin eftir
Á Býráðsfundi á Tvøroyri hóskvøldið, varð samtykt at geva Delta Seafood byggiloyvi til eitt fiskavirki á Tvøroyri. Talan er um eitt virki, sum er 60 metrar langt og 13 metrar breitt, ella tilsamans 780 [...] teir á Delta hava kannað nógvar, ymsar møguleikar. M.a. royndu teir leingi at keypa flakavirkið á Tvøroyri frá Framtaksgrunninum. Vit hava nógvar ferðir nú í langa tíð roynt at fingið fatur á formanninum [...] eru teir ikki í iva um, at tað er á Tvøroyri, at virksemið teirra skal vera. Vit eru allir tvøramenn og hava ikki gloymt tað ótrúligu undirtøku, vit fingu, taíð vit á sinni ætlaðu at keypa flakavirkið
at sleppa inn á Ellis & Røktarheimið. Í fjør sluppu bara fimm fólk inn. Hann vísir eisini á, at tvørafólk hava verið noydd til Havnar til umlætting. Og røktarsjúklingar av Tvøroyri hava eisini verið noyddir [...] noyddir á heimið vesturi í Vágum. Og nú er tað mangt, sum bendir á, at vit verða noydd at senda onkran av Tvøroyri norður til Sands. Hetta kann ikki vera meiningin og tí er ta alneyðugt, at málið verður [...] sum bendir á, at henda gongdin ikki fer at halda fram, tí tað sæst, at forskjótingin í aldurssamansetingini byrjaði langt áðrenn kreppan kom. Vit vita eisini, at næstan 80 fólk standa á bíðilista at
dyrnar klokkan fýra í dag verða lætnar upp á handils og sølustevnuni hjá TB, er tað samstundis tann størsta og best fyrireikaða stevnan, sum verið hevur á Tvøroyri. Finn Thomsen, formaður í TB, sigur, at [...] fara at bjóða seg fram á páskastevnuni hjá TB. Hvat gestum viðvíkur, kann sjálvandi onki sigast um fyrrenn sunnukvøldið, táið lykilin aftur verður snaraður, so hurðin fer i lás. Á stevnuni verður alt at [...] eisini ein skúli við á eini sølustevnu. Tað er Tekniski Skúli í Havn, sum fer at upplýsa um tekniskar útbúgvingar. Og skuldi tosti og svongd farið at gjørt um seg, eru eisini ráð fyri tí: Á einum bási verða
tí tað er alt ov strævið. TB skal spæla nú sunnudagin ímóti B 36 á Sevmýru. Hósdagin, Skírisdag, spæla vit ímóti sumbingum á Tvøroyri. Leygardagin, Páskaaftan, spæla vit ímóti ÍF í Fuglafjørði og Annan [...] í alt hava vit einar 20 mans í ár, sum kunnu koma upp á tal til 1. deild, og tað er bara heilt gott. Tað ger, at tað er hørð kapping um plássini á liðnum, og tað er tað rætta. Hann sigur, at alt hetta [...] teir tí í fjør settu sær tvinnandu mál: At koma uppaftur í 1. deild beinanvegin og at fáa tamarhald á fíggjarligu viðurskiftunum aftur. Báðir málsetningarnir eydnaðist. TB kom upp aftur í 1. deild og f