Rakar tey veiku í ólukkumát

Tey sjúku og tey gomlu, tey lágløntu og tey í ALS, tað eru tey, sum á øllum økjum bera prísin fyri tann politikk, sum verður førdur og tað átalar Føroya Arbeiðarafelag harðliga

Á sínum fjølmentasta aðalfundi nakrantíð, fekk nevndin í Føroya Arbeiðarafelag fullan stuðul fyri tað arbeiðið, hon hevði gjørt.

Hetta kom eisini til sjóndar í nevndarvalinum, tí øll sum stóðu fyri vali, vórðu aftuvald.

Í ár stóðu næstformaðurin og tríggir nevndarlimir fyri vali.

Einasta, sum ikki varð afturald, varð Hildibjørg Brattalíð av Tvøroyri. Men hon vildi ikki verða afturvald og stillaði tí ikki uppaftur. Fyri hana varð Marius Clementsen valdur, hann hevur verið tiltakslimur.

Annars varð Elias Hansen afturvaldur til næstformann, og hini trý, sum vóru afturvald, vóru Símun Abrahamsen úr Fuglafjøðri, Tana Kallsoy av Eiði og Georg Hansen úr Miðvági.

Næsta ár standa formaðurin og tveir nevndarlimir fyri vali.

Fyrsti tiltakslimur er Randi í Jógvansstovu í Lorvík, annar tiltakslimur er Karla Einarsson í Runavik og triði tiltakslimur er Hildibjørg Brattalíð á Tvøroyri


Mótmæla harðliga

Sum tað onkuntíð er hent fyrr, gjørdi aðalfundurin í ár av at orða eina yvirlýsing.

Í yvirlýsingini verður nomið við ymisk, átrokandi mál, sum FA heldur hava so stóran týdning, at tey hava uppiborið nøkur orð á vegnum og hon vendir sær í høvuðsheitum ímóti politiska myndugleikanum.

Men eisini Føroya Fiskavirking fær eina álvarsliga ábreiðslu frá Ingeborg Vinther og hennara fólki.

Yvirlýsingini varð einmælt samtykt

Í henni staðfestir aðalfundurin í FA, at hóast fiskiskapurin er øktur seinastu árini, hevur tað ikki ført við sær meiri arbeiði á landi, heldur tvørturímóti.

­ Aðalfundurin átalar harðliga, at almennu myndugleikarnir onki munagott gera fyri at forða fyri, at fiskurin fer óvirkaður av landinum við teirri avleiðing, at arbeiðsloysið í fiskivinnuni á landi, sum er okkara primervinna, alsamt veksur, sigur FA.


Setir forðingar í vegin

Tey átala eisini at Føroya Fiskavirking ikki hevur víst viljað til at lata øðrum tey flakavirki, sum standa tóm kring landið, hóast Fiskavirking kundi hjálpt til, at arbeiði aftur kundi verðið skapt á teimum plássum, har ið hesi virki standa tóm.

­ Føroya Fiskavirking setir so harðar treytir fyri at lata ørðum virkini, at tað forðar teimum framtakshugaðu kreftum, sum kundu skapt arbeiði til nógvar, vinnuførar hendur.

­ Heitt verður tí á leiðsluna í Føroya Fiskavirking um at hjálpa til so at onnur kunnu yvirtaka tey virki, sum nú standa tóm, hetta til til frama fyri landi og fólki okkara.


Tey lágløntu fingu ongan lætta

Aðalfundurin hjá FA átalar eisini harðliga at Føroya Landsstýrið og Løgtingið ikki hava veitt teimum lágløntu á landi sama skattalætta sum veittur er øðrum løntakarum.

Víst verður í hesum sambandi á, at tey, sum arbeiða í fiskivinnuni á landi, hava bara ALS at dúva uppá.

­ Og við teimum skerjingum, sum støðugt verða framdar í rættindunum at fáa løn frá ALS, er hesin løntakarabólkur sera illa fyri fíggjarliga.

­ Og tað er átaluvert, at politiski myndugleikin ikki hevur veitt hesum bólki sama skattalætta, sum aðrir løntakarabólkar hava fingið.


Skejing í ólukkumát

Føroya Arbeiðarafelag mótmælir eisini harðliga ætlaninum hjá teimum borgarligu flokkunum at seta arbeiðsrætt á stovn í Føroyum.

­ Hetta er enn ein roynd at gera mun á ymsum samfelagsbólkum og tað fer í ólukkumát at skerja grundleggjandi, demokratisk rættindi hjá fakfelagsrørsluni.

­ Sum fakfeløgini áður hava víst á, eiga partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir at finna fram til eina skipan, sum á tryggan hátt kann avgreiða møgulig trætumál ímillum partarnar.

­ Men vit mugu tíverri ásanna, at arbeiðsgevararnir hava ikki víst áhuga fyri at taka upp samráðingar um eina slíka skipan.


Rakt tey veiku

Og at enda í yvirlýsingini, átalar Føroya Arbeiðarafelag skerjingunum í heimarøktini.

­ Men tíverri er hetta enn eitt dømi um tann politikk, ið førdur hevur verið í áravís, og sum í ólukkumát hevur rakt tey veikastu í samfelag okkara, nevniliga tey sjúku og tey gomlu, sigur Føroya Arbeiðarafelag.