Á Býráðsfundi á Tvøroyri hóskvøldið, varð samtykt at geva Delta Seafood byggiloyvi til eitt fiskavirki á Tvøroyri.
Talan er um eitt virki, sum er 60 metrar langt og 13 metrar breitt, ella tilsamans 780 fermetrar.
Marner Lisberg, nevndarformaður í Delta Seafood sigur, at tað er neyðugt hjá felagnum at gera okkurt munagott fyri at lúka ES krøvini, sum koma.
M.a. verður tað eitt krav, at fiskur skal ikki inn og út ígjøgnum somu dyr, og í húsinum, teir eru í, eru bara einar dyr.
Harafturat er tað eitt krav, at fesk fløk og saltfiskur ikki verða virkaðir í sama høli.
Vit vóru tí greiðir yvir, at okkurt mátti gerast, sigur Marner Lisberg.
Og niðurstøðan er so, at vit byggja eitt nýtt virki.
Slept flakavirkinum
Ikki, tí, teir á Delta hava kannað nógvar, ymsar møguleikar.
M.a. royndu teir leingi at keypa flakavirkið á Tvøroyri frá Framtaksgrunninum.
Vit hava nógvar ferðir nú í langa tíð roynt at fingið fatur á formanninum í Framtaksgrunninum,Sverra Hansen. Men tá ið hesar royndir onki úrslit góvu, hava vit gjørt av at sleppa teirri ætlanini.
Marner Lisberg sigur, at teir høvdu eina avtalu við Sverra Hansen um, at taka upp samband um at keypa flakavirkið á Tvøroyri, eftir at Fiskavirking varð umskipað í heyst.
Men tá ið vit ongantíð høvdu fingið samband við hann nú í januar mánaða, kunnu vit ikki koma til aðra niðurstøðu, enn at hann er ikki áhugaður at tosa við okkum, og at ætlanin er ikki at selja virkið, hóast teir mangan hava sagt tað øvugta.
Tí gjørdu vit av, ikki at brúka meiri tíð og kreftir uppá tað, og hava sostatt slept ætlanini at keypa flakavirkið á Tvøroyri.
Nevndarformaðurin í Delta Seafood heldur, at tað hevði verið rættari av Framtaksgrunninum, at hann segði sum var, at hann ikki vildi selja virkið, heldur enn at siga eitt og at gera eitt annað.
Men vit kunnu ikki blíva við at bíða eftir einum svari, og sleptu tí ætlanini fyri at leita aðrar vegir.
Marner Lisberg sigur, at harafturat kemur, at nú skal so nógv gerast við flakavirkið á Tvøroyri fyri at tað skal lúka ES krøvini, at talan er um eitt heilt annað projekt, enn tað, teir arbeiddu við, táið teir upprunaliga ætlaðu at keypa virkið.
Aðrar møguleikar
Marner Lisberg sigur, at teir hava eisini fingið fyrispurningar aðrastaðni frá um at vera við til at seta ymiskt ígongd.
Men nú teir hava fingið byggiloyvi frá Tvøroyrar kommunu, eru teir ikki í iva um, at tað er á Tvøroyri, at virksemið teirra skal vera.
Vit eru allir tvøramenn og hava ikki gloymt tað ótrúligu undirtøku, vit fingu, taíð vit á sinni ætlaðu at keypa flakavirkið aftur, og høvdu reist peningin til endamálið, sigur hann.
Tað ber heldur ikki breiða seg meiri út, enn at teir sjálvir kunnu vera á staðnum, har virksemið er, leggur hann afturat.
Menna virksemið
Men nú teir fara at byggja nýtt, er talan ikki bara um at flyta virksemið úr tí húsinum, teir nú halda.
Vit ætla at hava bæði húsini og tað merkir so samstundis, at ætlanin at víðka virksemið, sigur nevndarformaðurin í Delta.
Men kanska fer tað at bera til at virka fiskin enn meiri, so at tað kann skapa enn meiri arbeiði og inntøku, báði til felagið og til arbeiðsfólkið.
Og teir ætla sær at arbeiða skjótt. Tí freistin at fáa lóggilding er 1. januar, og tá ætla teir, at nýggja virkið skal vera liðugt.
Men tað veldst sjálvandi alt um fígging og tí málinum verður arbeitt við nú, sigur Marner Lisberg.