Grundvøllurin undir Føroya Handverkarafelag er av álvara farin at ridla.
Báði handverkarafeløgini í Havn og á Tvøroyri hava samtykt at melda seg úr Føroya Handverkarafelag á aðalfundinum, sum verður í mai.
Og nú sigur Poul Hammer, formaður í Vágs Handverkarafelag, at teirra felag er til reiðar at gera tað sama.
Í hvussu so er um tað stendur til nevndina í felagnum.
Poul Hammer sigur, at nevndin í Vágs Handverkarafelag hevur einmælt samtykt, at fer Havnin, ella fer Tvøroyri burturúr Føroya Handverkarafelag, eiga vágbingar at gera tað sama.
Men hann leggur afturat, at kemur tað so langt, verður eitt so álvarsligt stig sjálvandi lagt fyri limirnar at gera av.
Men tilmælið frá nevndini verður, at vágbingar eisini melda seg úr, sigur hann.
Oyggina savnaða
Ikki minst heldur hann, at tað hevur sera stóran týdning, at Suðuroyggin øll, sum hon er, stendur saman, antin í Føroya Handverkarafelag, ella uttanfyri.
Hann sigur, at handverkarafeløgini á Tvøroyri, og í Vági eru eisini samd um, at fer annað felagið burturúr, eigur hitt felagið at fylgja eftir.
Tað fer at verða ov tvørligt at vit skulu liggja á Hovsegg og kríggjast um limirnirnar, hvør skal vera uttanfyri Føroya Handverkarafelag, og, hvør, skal vera uttanfyri. Tað eru eisini handverkarar úr Vági, sum arbeiða á Tvøroyri og øvugt. So enda vit í hvør sínum parti, verður tað ov trupult
Poul Hammer sigur eisini, at fara Havnin og Tvøroyri burturúr, er nógv minni enn helvtin eftir í Føroya Handverkarafelag, og tað heldur hann er ov lítið at halda fast um.
Heldur ikki Poul Hammer er serliga væl nøgdur við samstarvið.
Men hann vil ikki stoyta bensin á bálið og tí vil hann ikki greiða frá út í æsir, hvat vágbingar eru ónøgdir við.
Tó viðgongur hann, at ósemjurnar í handverkaravinnuni eru stórar. Samstarvið hevur verið ómetaliga tungt sjálvur er hann at kalla púra feskur í fakfelagsarbeiði.
Men hann sigur, at hann trýr onki uppá at tað kann hava verið líka tungt altíð.
Økt samstarv
Poul Hammer sigur, at fer Føroya Handverkarafelag í spønir, útihýsir hann ikki møguleikanum fyri tættari samstarvi ímillum tey feløgini, sum fara úr.
Men hann heldur at tað er øgiliga týdningarmikið, at talan verður um samstarv ímillum sjálvstøðug feløg, og at feløgini ikki leggja saman.
Eg haldi at tað er skeivt at leggja saman. Tað er rættari at hava t.d. tvey feløg í Suðuroynni, tí oyggin er so víðfør og tað er rætt at hava felagið so nær tí einstaka liminum, sum gjørligt, sigur Poul Hammer.