barnadeildini. Hann hevur verið einsamallur barnalækni í Føroyum í nógv ár, men í 1993 kom Ulrike Steuerwald, barnalækni í Týskalandi hendavegin í øðrum ørindum. Hon gjørdist so hugtikin av lítla samfelagnum [...] at eg frætti um tørvin á barnalæknum í Føroyum, sigur Ulrike Steuerwald. Seinasta hálva árið hevur hon verið í Týskalandi í eftirútbúgving, og er nú aftur í Føroyum. - Um tað at vera útlendingur og tosa [...] starvast á størsta barnasjúkrahúsinum í London í nógv ár, og hevði tí hug til at koma í annað umhvørvi. - Vit kunnu siga, at helmingurin av arbeiðstíðini nú kann fara til gransking og upplýsandi arbeiði
Eini 70 fólk luttóku á fundinum, sum var á Hotel Føroyum. Marjun Hanusardóttir sigur at fundurin, sum vardi allan dagin, var sera áhugaverdur, og at nógv viðurskifti komu fram, sum vísti, at fólk sýna a [...] degnum arbeiddu fólk í bólkum, men áðrenn hetta vóru tey spurd um, á hvørjum økjum tey vildu skipa starvsfólkapolitik. Hetta var gjørt fyri at vita, hvat tað var mest átrokandi at fara undir. Síðani vóru [...] r skuldu vera. - Eg fekk rímiligt innlit í, hvørjar hugsanir fólk á stovnunum gjørdu sær um arbeiðsviðurskiftini, og hvat tey hildu vera mest umráðandi at fara undir. Her var ikki bert talan um teori,
við sær í skjáttuni til London hesaferð. Hetta sigur leiðarin í bretsku nevndini, sum samráðist við føroyingar um markið, Frank Berman í sambandi við, at eitt nýtt samráðingarumfar verður í London í dag. [...] bretska støðan í samráðingunum hevur verið misskilt nakað í Føroyum eftir tí eg havi frætt um almennu viðmerkingarnar, sum hava verið. Eg vóni tó , at føroyingar skilja sakligu støðutakan okkara í hesum máli [...] føroysku áhugamálini. Vent í holuni Sosialurin hevur eisini fingið orð á ein av limunum í bretsku samráðingarnevndini, Antony Layden, sum í dag er ein av ovastu embætismonnunum í bretska uttanríkisráðnum
verður, at rørslan lærir um tímiligan vinning fyri limirnar. Samkomurnar í Føroyum eru Lívsins Orð í Runavík og Rhema í Havn. Í Lívsins Orðið eru umleið 40 limir, sigur Gunnvør Holm. Hon sigur, at orðið [...] bornar fram um samkomuna Lívsins Orð. »Í Svøríki hevur pressan verið rættiliga ófantalig móti samkomuni,« sigur Gunnvør Holm, sum er limur í samkomuni Lívsins Orð í Føroyum. Serliga er tað leiðarin, Ulf Ekmann [...] sigur Gunnvør Holm í samband við tað, sum ført varð fram í samrøðuni við Johannes Aagaard í blaðnum týsdagin. Serliga er tað tað, sum Johannes Aagaard segði um, at samkoman lærir, at um fólk trúgva, verða tey
Marjun segði, at tey tóku hetta í størsta álvara og settu seg tí í samband við danska sendiharran í Buenos Aires. ? Eisini hann tók málið í størsta álvara og setti seg í samband við guvernørin um trygdina [...] bara yvirliva við at spjaða ræðslu og ótta út í hvønn krók og hvørja kroysu í landinum. Hvør lítil spíri til mótstøðu má knúsast í føðingini og tí verða fólk tikin, pínd og fyribeind uttan fyrilit. Bara [...] International í London. Funnu hópgrøv Marran hjá Marjuni og teimum byrjaði í mai mánaða, tá ið nakrar hópgravir frá einaræðistíðini vórðu fundnar í einum kirkjugarði heimbýi teirra, Cordobá. ? Í hesum sambandið
ungdómur í Føroyum í omanfyri nevnda aldri skal fáa eina fyrstahondsinnføring í viðurskiftini, sum koma upp, tá ið ein ferðsluvanlukka hendir og hetta í einari skúlastovu, andlits til andlits við fólk, ið hava [...] uppá at fáa so nógv ung fólk, sum til ber til, koma á eitt fyrrapartsskeið frá klokkan átta á morgni til middags. Skeiðið verður hildið í hølunum hjá Ferðslutrygd yviri við Strond 21 í Havn. Til ber at hýsa [...] komandi skúlaárið. Jón Kragesteen sigur, at átakið verður gjørt í samstarvi við politiið og ambulansutænastuna. At tað júst verður farið eftir nevnda bólki er ikki av tilvild. ? Tey umboða einans 14% av
blíva fólk verandi. Fleiri hava verið har í yvir 30 ár, fýra í yvir 40 ár. Ein teirra er Sigmund í Hoyvík, sum hevur starvast sum fulltrúi á heilsøluni í 41 ár. Hans fekk fast starv á heilsøluni í 1947 [...] 1947, eftir at hann hevði verið í Eglandi í tvey ár og fingið sær útbúgving. Hann skuldi verið farin burtur fyrr, men 2. heimsbardagi forðaði honum, so krígsárini var hann eisini í fyritøkuni hjá pápanum. [...] týskar trolarar og útvegaði teimum manning úr Føroyum. Tað var ein gloypibiti hjá nógvum, tí tað var so lítið at gera í Føroyum, so ikki stóð á at fáa fólk. Fleiri av týskarunum umborð vóru fyrrverandi
ávirka børnini í ein ávísan mun, heldur Herit Joensen. Í Føroyum doyggja fleiri í ferðsluni, enn í øðrum londum. Tí heldur Herit, at vit eiga at gera nógv meira við at upplýsa um vandan í ferðsluni. Hon [...] nýta vit og skil í ferðsluni. ? Bara eg megni at ávirka ein av 50, so er tað gott, vísir hon á. Nú hevur nógv kjak verið um skilaleysu koyringina - kanska serliga í Havn, eftir at trý fólk inn fyri seks mánaðir [...] Ferðslutrygdin verður ikki tikin í nóg stórum álvara, tí skal hon bankast inn - ella fáast inn við skeið? Men Herit Joensen vísir eisini á nakað annað. ? Eitt nú fólk í Vestmanna, sum vita um vanlukkuna
mær hesum lesarabrævi. »Ein bilvanlukka í nátt kravdi eitt mannalív?«, las útvarpið dagin eftir, og »Nú hendi tað aftur«, var yvirskriftin í Dimmalætting eftir syrgiligu deyðsvanlukkuna Yviri við Strond [...] Bjørklund Nielsen, ein av trimum ungdómum í bilinum, sum koyrdi oman av vegnum, læt lív. Boðini kundu verið eftir fleiri hesa vanlukkunátt. Men dagar teirra vóru eftir øllum at døma ikki taldir. So stutt er [...] sleppa undan fleiri deyðsvanlukkum eftir hesum koyrivegnum. Við hetta lag munnu tey havnarfólk, sum plaga at spáka eftir hesum náttúruvakra vegastrekkið fram við Strond, fara at aftra seg. Tú skalt ikki hava
Hann vísir í hesum sambandi á grein, sum aðalskrivarin í Det norske lutherske Indremissonsselskap, Anfin Skaaheim, skrivar í kronikki í norska blaðnum Missionsvennen. Anfin Skaaheim ivast í, um tað yvirhøvur [...] spurnartekin verða sett við, hvussu fólk uppføra seg á møtunum. Men atfinnararnir siga, at tað er einki grundarlag í Skriftini fyri hesum. Tá fólk detta á Toronto-møtunum, fara tey afturav. Tey vita ikki hví [...] er heldur ikki nakað nýtt innan kristnar samkomur. So langt aftur sum í 18. øld hendu slík ting í amerikanskum samkomum, har fólk bæði ristu og skulvu. Víst verður ofta til amerikansku »kvekarasamkomurnar