? Tey skulu hava tað inn við skeið

Fólk hava trupult við at skilja ferðslutrygdina, tí mugu serlig tiltøk gerast, fyri at fáa fólk at fata týdningin, sigur Herit Joensen, sum sjálv er skadd í ferðsluni og sum í hesum døgum greiðir miðnámsnæmingum frá støðu síni

? Tað er av størsta týdningi, at tey ungu læra at skilja týdningin av at bera seg rætt at í ferðsluni. Tí nýti eg meg sjálva sum dømi, sigur 23 ára gamla Herit Joensen úr Vestmanna, sum fyri einum ári síðani var fyri eini álvarsamari ferðsluvanlukku, sum helst kemur at merkja førleika hennara fyri lívið.

Á skeiðnum, sum Ferðslutrygd

hevur fyri




næmingar í miðnámsskúlunum, sigur hon næmingunum um vanlukkuna, sum hon sjálv var fyri, tá ein bilur við átta ungum fólkum fór út av vegnum oman fyri Kvívík.

? Tað er so

nógv, sum eg


ikki kann gera longur, hóast eg havi verið ótrúligaheppin, og sloppin lutvíst væl frá vanlukkuni, greiðir hon Sosialinum frá.

Av teimum, sum koma soleiðis fyri sum hon, eru tað bert 8-10% sum koma aftur á føtur, hava læknarnir sagt henni.

Herit Joensen heldur ikki, at næmingarnir eru so ídnir at spyrja, men hon heldur tað vera sera gott, um henna upplivingar kunnu ávirka onkran til at nýta vit og skil í ferðsluni.

? Bara eg megni at ávirka ein av 50, so er tað gott, vísir hon á.

Nú hevur nógv kjak verið um skilaleysu koyringina - kanska serliga í Havn, eftir at trý fólk inn fyri seks mánaðir hava latið lív yviri við Strond - beinleiðis orsakað av skilaleysari koyring. Politiið hevur sagt, at teir hava verið heima og tosa við dreingir, sum eru við til at koyra ørt - saman við foreldrum teirra, men at einki hjálpir.

Hetta heldur Herit vera sera løgið.

? Tá skilja tey tað ikki. Kemur politiið at tosa við tey - og foreldrini - og einki hjálpir, so hava tey als einki fatað - tá vantar eisini okkurt hjá foreldrunum, tí tey mugu kunnu ávirka børnini í ein ávísan mun, heldur Herit Joensen.


Í Føroyum doyggja fleiri í ferðsluni, enn í øðrum londum. Tí heldur Herit, at vit eiga at gera nógv meira við at upplýsa um vandan í ferðsluni. Hon vísir eisini á, at hon ikki er uppvaksin við at koyra í trygdarselum. Hon heldur eisini, at meira kundi verið gjørt í skúlanum, eins og tá tú tekur koyrikort.

? Koyriskúlarnir kundu gjørt sum Ferðslutrygd, og fingið øll, sum taka koyrikort ígjøgnum eitt tílíkt skeið. ar tað gjørt, so høvdu kanska ikki koyrifrálæruna at skylda uppá, heldur hon.

? Ferðslutrygdin verður ikki tikin í nóg stórum álvara, tí skal hon bankast inn - ella fáast inn við skeið?

Men Herit Joensen vísir eisini á nakað annað.

? Eitt nú fólk í Vestmanna, sum vita um vanlukkuna hjá mær, og sum hava verið rættuliga skelkað av henni - tey hava heldur ikki lært tað, at tey altíð skulu nýta trygdarbelti. Eg síggi ofta fólk koyra, uttan at tey nýta trygdarbeltið - tá hava tey ikki rættuliga skilt mína vanlukku, heldur hon.

Herit hevur koyrikort, og nýggi avlamisbilur hennara er á veg. Hesin bilurin verður ikki serliga nógv umbygdur, men hann hevur automatisk gear, og hann verður umbygdur soleiðis, at hon skal nýta vinstra fót, heldur enn høgra.


Herit Joensen vónar ikki, at fólk fáa tað fatan av hennara frásøgu, at tað er skeivt at fáa sær privatsjaffør, tá farið verður av bygd í dans. Tvørtur ímóti heldur hon hetta vera sera skilagott - men førarin skal sjálvandi vera væl fyri, og tann, sum situr framman eigur kanska at tosa við hann. Tað má ikki vera sum hjá teimum, tann ólukku septembursunnumorgunin í fjør, at øll sovna - eisini bilførarin.

Men Herit fegnast um, at tað nú ber til at fara úr Vestmanna við bussi til Havnar í dans og heimaftur aftaná.

? Hatta er eitt sera gott tiltak, sigur hon. Ætlanir vóru um hetta áðrenn vanlukkan hendi í fjør, men helst var tað vanlukkan, sum gav síðsta skumpið, sigur hon.

Og hon vísir á, at bussførarin eisin dugir so væl við teimum ungu. Hann spælir tónleik, og steðgar, tá fálk skulu kasta sær av vatninum o. o. neyðug ørindi.