Tað verða nógvar ómotiveraðar lygnir bornar fram um samkomuna Lívsins Orð.
»Í Svøríki hevur pressan verið rættiliga ófantalig móti samkomuni,« sigur Gunnvør Holm, sum er limur í samkomuni Lívsins Orð í Føroyum.
Serliga er tað leiðarin, Ulf Ekmann, sum staðið hevur fyri skotum. Men hann hevur ongantíð svarað aftur til at verja seg.
»Hann hevur gjørt sum Jesus gjørdi. Hann svaraði heldur ongantíð skuldsetingunum, sum vórðu settar fram móti honum, aftur,« sigur Gunnvør Holm.
Tað, at Jesus gjøgnum øll Evangeliini setti atfinnararnar upp á pláss, tekur hon ikki sum nakra verju. Hugsað verður eftir øllum at døma um, at hann ikki hevði tað stóra at bera fram móti ákærunum, sum settar vórðu fram móti honum, eftir, at hann var tikin í Getsemane skíriskvøld.
Nógvar lygnir
Sosialurin eigur at kanna tað, hann skrivar, og ikki renna við lygnum frá fólki, sum bara vilja skaða samkomuna, sigur Gunnvør Holm í samband við tað, sum ført varð fram í samrøðuni við Johannes Aagaard í blaðnum týsdagin.
Serliga er tað tað, sum Johannes Aagaard segði um, at samkoman lærir, at um fólk trúgva, verða tey rík og ikki sjúk, sum Gunnvør Holm vísir á, er skeivt.
»Hasin maðurin hevur verið í Svøríki og vitja samkomuna eitt vikuskifti. Eg havi verið á skúla har yviri í tvey ár, og eg kenni einki til hasa læruna,« sigur hon.
Máttmikil leiðari
Víst hevur verið á í atfinningunum at Lívsins Orði í Svøríki, at talan er um eina centralt stýrda fyritøku, sum Ulf Ekman leiðir persónliga.
Hann er nevndarformaður í grunninum, sum eigur tað heila. Hann er rektari á bíbliuskúlanum, barnaskúlanum og studentaskúlanum. Er stjóri á forlagnum hjá samkomuni og ábyrgdarblaðstjóri á bløðunum, sum Lívsins Orð gevur út.
»Men tað er eisini lygn,« sigur Gunnvør Holm.
Hon sigur, at Ulf Ekman er rektari á bíbliuskúlanum hjá Lívsins Orði í Uppsala, men at hinir skúlarnir hava egnar leiðarar.
Atfinnararnir at Lívsins Orði hava ført fram, at Ulf Ekman hevur brúkt vendingar sum, at hann vil hava eina sterka hernaðarliga verju, við yvirmonnum, sum leiddir eru av Heilaga Andanum, og sum eru meira militantir enn nakrantíð.
Og gomlu fíggindar Kristnitrúnnar, kommunistar og sosialistar, hava ein týðandi lut í læru rørslunnar.
Hatta er eisini lygn, sigur Gunnvør Holm. Men tað er rætt, sigur hon, at sosialistisku stjórninar í Svøríki altíð hava verið eftir rørsluni.
Til dømis fekk privati barnaskúlin ongantíð almennan stuðul, fyrr enn stjórnin hjá Carl Bildt tók við.
Men rørslan hevur fleiri samkomur í gomlu kommunistisku londunum í Eystureuropa. Og har verður hon vanliga væl móttikin, sigur Gunnvør Holm.
Tó hevur okkurt verið í Bulgaria, har onkur frá samkomunum varð fongslaður.
Og tað er ikki Ulf Ekman, sum er leiðari fyri nakrari av teimum samkomunum, leggur Gunnvør Holm dent á. Tær hava allar lokalar leiðarar, eins og samkoman í Føroyum hevur sín egna leiðara, sum er pastor Símun Jacobsen.
Bara ein av nógvum
Gunnvør Holm heldur tað vera løgið, at Sosialurin skal taka Lívsins Orð burtur úr øllum teimum samkomunum, sum standa sum innbjóðarar til møtini hjá Torontofólkunum.
»Vit hava ikki annað við fundirnar at gera, enn at vit standa millum fyrireikararnar. Men vit vórðu biðin um at vera við, og tí játtaðu vit. Tað er alt,« sigur hon.
Tað eru tvær samkomur í Føroyum, sum hoyra til Trúarrørsluna, sum tey kalla seg.
Onnur nevna rørsluna fyri Framgangsteologiina orsakað av tí, sagt verður, at rørslan lærir um tímiligan vinning fyri limirnar.
Samkomurnar í Føroyum eru Lívsins Orð í Runavík og Rhema í Havn. Í Lívsins Orðið eru umleið 40 limir, sigur Gunnvør Holm.
Hon sigur, at orðið framgangsteologi er eitt eyknevni, sum onkur hevur sett á rørsluna.
Og at Lívsins Orð lærir, at tann, sum trýr boðskapi teirra, gerst ríkur og ongantíð sjúkur, kennir hon einki til.
Hon vísir til fleiri bøkur, sum leiðarin í Svøríki, Ulf Ekman, hevur skrivað.
»Og eg veit, at tað, sum hann hevur skrivað, er satt,« sigur Gunnvør Holm.