spyrja og blanda seg uppí ella greiða persónunum frá, hvat tey nú mugu gera ella ansa eftir. Tað er deiliga spontant, men sum leikari mást tú ansa eftir, hvussu nógv kjak við børnini tú kastar teg út í, tí leikurin [...] hann biður um. Tað er jú frálíkt, ella hvussu? - Tað stuttliga við ævintýrunum hjá H.C. Andersen er, at tá tú grunar meir yvir tey, fert tú ofta at ivast í, hvørjum tú skalt halda við. Eg meini, vanliga [...] , men hann kvettir jú høvdið av kellingini, sum onki hevur gjørt honun. Dovin og oyðslutur er hann eisini, sum eg veit ikki hvat, og tá hann hevur brúkt allar pengarnar, situr hann bara har og tekur synd
svara honum aftur við eini tiltalu, sum svarar til hetta: »Faðir mín«. Ella við tí tiltalu, Jesur hevur lært okkum at brúka: »Faðir vár!« Tí orsøkin, til at vit eru Guds børn og kunnu kalla Gud faðir okkara [...] fortelur okkum um Gud, hvussu hann kallar okkum til samfelag við seg og til tænastu í ríki sínum. »Sonur mín!« ljóðar tiltalan ikki »trælur mín« ella »tú fremmandi«. Men hann nevnir okkum sonur/dóttir. [...] Guds egni sonur til okkara og fullførdi tann gerning, sum skuldi til, fyri at vit kundu gerast hansara brøður og systrar og fáa Gud sum faðir. Við tað at Jesus er komin til okkara og hevur gjørt brøðralag
hava nevniliga arbeitt við trimum kópum, sum eru vandir til at eftirgera ljóð og syngja. Kópurin Zola hevur, sum hetta filmsbrotið vísir, lært seg at framføra lagið og barnasangin "Twinkle Twinkle Little [...] Dugir tú at hoyra, hvat lagið er, sum kópurin í filmsbrotinum roynir at ”syngja”? Ein nýggj kanning vísir, at láturkópur dugir eftirgera ljóðini hjá menniskjum við at brúka somu ”mekanismu” sum menniskju [...] Little Star” næstan fullkomið. Hoyr kópin syngja um hesa leinkju, sum norska blaðið VG eisini hevur deilt í dag - https://www.vgtv.no/video/179715/hoer-selen-synge
lesa til student, so megnaði hon tó at fáa heili 10,5 í meðal til próvtøkuna Tú kemur ikki sovandi til 10,5 í meðal til eina studentapróvtøku. Annika Isfeldt viðgongur eisini, at tað tíðum hevur verið [...] verið strævi at lisið til student. - Serliga nú upp undir próvtøkuna hava eg lisið nógv, sigur Annika Isfeldt, sum nú um dagarnar fylti 19 ár. Hon hevur altíð havt tað rímiliga lætt við tungumálum, so tað var [...] var tann lærugrein, ið gav lægsta karakterin, nevniliga 8. So kann man spyrja seg sjálvan, hvat ítróttur hevur at gera sum lærugrein ? ið enntá telur við í meðaltalinum. Men sjálvandi hava tað verið aðrar
at hoyra til her, og eg upplivi, at tað er lekkurt at búgva í Føroyum. Hvat hatar tú við Føroyum? Smáligheit. Snævurskygni. At vit ikki hava dirvi til at hugsa stórt. Politiska orðaskiftið. Um tú slapp at [...] svimjihylin, út í Yndi ella ein túr í hagan, og at tað í dag ber til at ganga barr av barr í Havnargøtum. Hvør hending hevur havt størstan týdning fyri teg? At fáa tveir praktfullar synir. Hvat tíðarskeið í lívinum [...] ótrúliga pínufult fyri okkum øll. Um tú var ósjónlig í eina viku, hvat hevði tú so gjørt? Eg hevði farið niðan í tingið hvønn morgun, ruddað borðini og lagt eitt skjal til samtyktar um nýggjan Tjóðpall við
livandi galið, at Jenis brýtur hesa LÓGINA? Ella hevur onkur annar skyldina av hesum. Hvat við Cost-bennefit? At halvtíðar kommunulækni fær dýr og nýggj høli til hálvtíðarstarv, sum hann eftir LÓGINI skal [...] og hending. Vónandi svarar tú ikki hesum brævi, tað hevði gjørt støðuna verri fyri teg sjálvan. Men skuldi tú svarað, LAT so verða at VASKA HENDUR, sum tú gjørdi í SVF, ella sum PILATUS gjørdi, eftir at [...] kommunulækni, løgtingslimur, hevur verið býráðslimur og hevur harvið vinaskaran, ið kann broyta eina avger sum hesa. Hetta kalla vit vina- og kenningapolitik. Soleiðis bar væl til hjá Jenisi at fáa hatta uppá
gjørligt, er sæð sum ein dygd og nakað týdningarmikið at stremba móti, óansæð hvør tú er, hvørji áhugamál tú hevur ella hvussu tú er samanskrúvaður. Í Føroyum hava vit sæð eftir fyrstu PISA úrslitini, at ein [...] Eg eri blivin spurdur um mína støðu til forskúlar - um eg kanska fór at vera meira positivur móti forskúlunum, um eg bleiv valdur til formann í Pedagogfelagnum. Eg má bara siga óansæð mítt starv, so má [...] stýra - men vónandi broyti eg mína sannføring í samsvar við vitanina, sum eg havi ella fái um evnið. Síðani bleiv spurt, hvat eg visti um føroysku forskúlarnar. Afturi í 2008/9 bleiv eg kunnaður um ætlanir
Bacchelor í sangi Spurd, júst hvat hon hevur lært seinastu trý árini og hvørjar førleikar útbúgvingin gevur, svarar Sigrið, at hon hevur lært eina rúgvu. ? Vit hava faktiskt lært alt um sangyrkið. Bæði um [...] týðiliga glaðari Sigrið Rasmussen. Bestu røddina Sigrið Rasmussen hevur seinastu trý árini gingið á einum universiteti í London. Hon hevur lisið sang, og bachelor heitið er júst komið í hús. Universitetið, [...] hava verið besti sangari á skúlanum tey trý árini, hon hevur gingið har. ? Lærarinnan hjá mær ringdi til mín í síðstu viku, og segði, at eg var vald til besta sangara á skúlanum, og at eg eisini skuldi framføra
Dorethe Bloch hevur havt stóran týdning fyri meg. Og hon hevur havt stóran týdning fyri nógv, sum hava lisið lívfrøði á Fróðskaparsetrinum. Tað segði Maria Dam, granskari á Umhvørvisstovuni, á aðalfundinum [...] fugl og skorðdýr. Harumframt hevur hon undirvíst nógv í lívfrøði á setrinum og hevur sostatt lært nógvar lívfrøðingar. - Nakað áðrenn hon doyði, hevði hon tað gott og ta ta tíðina høvdu vit nógv hugnaligt [...] er dani, kom til Føroya í sjeytiárunum her treivst hon so væl, at her varð hon verðandi. Hon var eisini doktari í grind og skrivaði doktararitgerð sína í nítiárunum. Sjálv kom Maria Dam til Føroya í nítiárunum
" Nú er sikkurt ein ella onnur klikkað mállæruuppgáva á skránni. Og vissi hann skal spæla ordiliga festligur, so verða vit koyrd í bólkar, halló maður flyt til Russlands, so kunnu tú og tínar bolsjevikkavinir [...] eitur mállæra. Men tað gert also ikki við. Hevði eg verið eldri, hevði eg kunnað farið at lisið føroyskt. Hevði eg lisið føroyskt, hevði eg kunnað verið lærari, flott hugsað hann sjálvur, tað bólta bara vísdómsorð [...] gera lærarar altíð tað? Eg meini, at siga tað sama 100 ferðir! Teir burdu fangað tað; hava tey ikki lært tað enn, so koma tey ongantíð at læra tað, KOM VÍÐARI MAÐUR! Men mállæra kann sikkurt vera áhugaverd