Eftir at eg tvær ferðir í Degi og viku og í bløðunum havi sæð og lisið um viðferina, sum Kári Jacobsen hevur fingið, gjørdi eg av at siga mína erligu hugsan. Hetta geri eg aftan á at vit fingu at vita, at Kári hevði søkt starv sambært lýsing og var settur í starv sambært somu lýsing, og Útvarp Føroya í tíðindumum greiddi frá, at 9. kommunulæknin var settur og skuldi byrja praksis í nýggju hølunum í Gundadali.
Lat meg fyrst takka Elin Lindenskov fyri greiða lýsing av hesum løgna máli.
Fyri fyrstu ferð broytir Tórshavnar Komuna setanarviðurskiftini hjá settum komunulækna og gevur Jenisi hølini, ið Kári Jacobsen av fyrisitingini í býráðnum var settur at byrja í. Og eg spyrji: Hvussu kann hetta lata seg gera?
Jú, lat okkum síggja. Vit hava við ein mann at gera, sum er kommunulækni, løgtingslimur, hevur verið býráðslimur og hevur harvið vinaskaran, ið kann broyta eina avger sum hesa. Hetta kalla vit vina- og kenningapolitik. Soleiðis bar væl til hjá Jenisi at fáa hatta uppá pláss. Hetta er ein stór og fúl skomm, og soleiðis gera teir til egnan fyrimun, ið hava røttu træðirnar at toga í.
Jenis er eisini útvarpsmaður, allarhelst í 5 - 6 nevndum ymsastaðni, journalistur, programleiðari og mangt, mangt annað. Hetta kundi verið áhugavert at vitað: Hvar er Jenis HEILUR? Vit sum hoyra Jenis í politikki kunnu ikki koma uttan um afturvendandi orðini: TEY KRISTNU VIRÐINI og KRISTIN SIÐVENJA. Eg spyrji tí: Var tað út frá hesum virðum og gjøgnum vinarskaran í býráðnum, at Jenis blakaði Kára út úr nýggju hølunum? Jú, hetta er politikkur, tá hann er bestur.
Ein annar spurningur, sum plágar meg: Er tað út frá somu prinsippum og virðum, at Jenis bjóðar Kára hølini, ið hann sjálvur ikki kann brúka ella er tað av øvund ? og havisjúku, ella havi eg lisið skrivtina skeivt, at tað ein ikki kann brúka sjálvur, kann man geva øðrum?
At Jenis ger so í móti sínum samstarvsfelaga ? og tað sum verri er ? sínum BRÓÐRI er mær ein gáta.
Hetta mátti smakka beiskt!
Eg verði noyddur at spyrja, tí her samsvarar hvørki eitt ella annað!
Ein annar spurningur: Er ikki samtykt á løgtingi at løgtingslimur alment bert kann hava HÁLVTÍÐARSTARV við síðuna av tingarbeiðnum, og er tað so livandi galið, at Jenis brýtur hesa LÓGINA? Ella hevur onkur annar skyldina av hesum.
Hvat við Cost-bennefit? At halvtíðar kommunulækni fær dýr og nýggj høli til hálvtíðarstarv, sum hann eftir LÓGINI skal arbeiða? Ja eg spyrji meg sjálvan, hvussu NÓGV kann ein persónur gera undir meginregluni KRISTIN VIRÐI OG SIVENJA?
Hvar er MORALURIN og hvar er SAMVITSKAN?
Ein annar spurningur er: Er henda viðfeðrin í samsvar við stevnuskrá Miðfloksins?
Miðflokkurin, sum skal eitast at virða einkultpersónar og familjur, tað sokallaða demokratiið? Eg skilji framvegis einki?
Jenis hevur sjálvandi rætt til nýggj høli, sum øll onnur, men mátin er skelkandi, og ræðandi.
Tað eru nógvir spurningar eftir, men hesir verða at goyma til løgtingsvalgið komandi, har eg fari at minna á aftur hesa viðferð og hending.
Vónandi svarar tú ikki hesum brævi, tað hevði gjørt støðuna verri fyri teg sjálvan. Men skuldi tú svarað, LAT so verða at VASKA HENDUR, sum tú gjørdi í SVF, ella sum PILATUS gjørdi, eftir at hann hevði felt dómin yvir Jesus. Søgan sigur, at Pilatus flýddi í fjøllini fyri norðan og vaskaði hendur alla ævi sína.
(Hann hevði í minsta lagi eina ringa samvitsku).