Ítrótturin dró niður

Hóast Annika Isfeldt fór beinleiðis úr 9. flokki niðan í Hoydalar á málsligu deild at lesa til student, so megnaði hon tó at fáa heili 10,5 í meðal til próvtøkuna

Tú kemur ikki sovandi til 10,5 í meðal til eina studentapróvtøku.

Annika Isfeldt viðgongur eisini, at tað tíðum hevur verið strævi at lisið til student.

- Serliga nú upp undir próvtøkuna hava eg lisið nógv, sigur Annika Isfeldt, sum nú um dagarnar fylti 19 ár.

Hon hevur altíð havt tað rímiliga lætt við tungumálum, so tað var ongantíð ivi um, at hon skuldi á málsligu deild.

Matematisku fakini liggja heldur tyngri, so skal tosast um eina veika síðu, heldur hon, at tað kanska kundi verið hesi fakini. Men ítrótturin var tann lærugrein, ið gav lægsta karakterin, nevniliga 8. So kann man spyrja seg sjálvan, hvat ítróttur hevur at gera sum lærugrein – ið enntá telur við í meðaltalinum.

Men sjálvandi hava tað verið aðrar greinar, sum hála rætta vegin. Ikki minst eitt 13-tal í latíni, sum hon varð liðug við í 1. g. Og so fjálgar eitt annað 13-tal í sponskum til próvtøkuna nú eisini væl.

Unga studinan deilir eitt fyrsta pláss við ein annan student við bestu meðaltølum til próvtøkuna í Hoydølum við 10,5.

 

Sabbatár

Nú eru próvtøkurnar so av, og Annika Isfeldt fer at taka eitt sabbatár, áðrenn hon fer undir víðari lestur.

Hon fer niður til Danmarkar at arbeiða sjálvboðin hjá Operation Dagsværk, sum er ein felagsskapur, ið hevur sítt virki innan studentaskúlarnar í ríkinum. Hetta eru sjálvboðin hjálparfelagsskapur, sum eisini er virkin á studentaskúlanum í Hoydølum, og Annika hevur verið aktiv í hesum arbeiðinum.

- Allir næmingar fara út at arbeiða ein dag um árið, og peningurin, teir tjena, fer óskerdur til onkra ávísa hjálparverkætlan. Í fjør fóru teir til Bolivia, sigur Annika Isfeldt.

Hon skal starvast – sjálvboðin – hjá hesum felagsskapinum í hálvt ár, og síðani umhugsar hon at fara ein túr til Australia eftir jól, men tað liggur kortini ikki fast.

Eitt, sum tó liggur fast, er, at hohn beint eftir at hon er byrjað hjá Operation Dagsværk skal til Niger í tvær vikur.

Nú eingin skúli verður at hugsa um, verður tað fyrst og fremst sjálvbodna starvið í OD, sum fer við tíðini, men Annika hevur síðani september starvast framíhjá sum høvundur til greinarnar á Planet.fo, og hetta fer hon at halda fram við. Áðrenn starvaðist hon trý ár hjá BR av og á, so tað hevur ikki bara verið terping av skúlatingum alla tíðina.

- Tað er frálíkt at hava okkurt at gera við síðuna av, og í hesum KT-tíðum er eingin trupulleiki at eg flyti niður til Danmarkar – ella fyri tann skuld til Australia, sigur Annika Isfeldt, sum næstan ikki vil trúgva, at studentatíðin endaliga er av.