? Jamen, tað var heilt fantastiskt, og eg hevði slett ikki roknað við, at eg fór at vinna nakað, tí tað vóru so nógvar góðar røddir í mínum flokki, er fyrsta viðmerkingin frá eini týðiliga glaðari Sigrið Rasmussen.
Bestu røddina
Sigrið Rasmussen hevur seinastu trý árini gingið á einum universiteti í London. Hon hevur lisið sang, og bachelor heitið er júst komið í hús.
Universitetið, ið eitur Thames Valley University og er ein partur av London College of Music, hevur frálæru í nærum øllum økjum av tónleikinum.
Í ár var tó nakað serstakt á skránni. Fyri fyrstu ferð vórðu nevniliga virðislønir latnar teimum bestu á hvørjari tónleikargrein.
Besti bassspælarin fekk eina virðisløn, besti trummuleikarin eina o.s.fr.
Virðislønina fyri bestu røddina fekk havnardaman Sigrið Rasmussen, fyri at hava verið besti sangari á skúlanum tey trý árini, hon hevur gingið har.
? Lærarinnan hjá mær ringdi til mín í síðstu viku, og segði, at eg var vald til besta sangara á skúlanum, og at eg eisini skuldi framføra á endaliga galladøgurðanum, sum var sunnukvøldið. Eg bleiv øgiliga yvirraskað, greiðir Sigrið frá.
Hon sigur, at rættiliga nógv var gjørt burturúr kvøldinum. Døgverðin var í Riverside Studios, og nógv kend fólk vóru við.
? Eg fekk prísin handaðan frá Richard Niles, sum er rættiliga kendur her í Onglandi, tí hann hevur arbeitt við nógvum av stjørnunum, sigur Sigrið.
Men umframt prísin og heiðurin fingu vinnararnir eisini sera góðar og viðkomandi vinningar. Sigrið fekk eitt PA-system, sum er eitt sera flott og framkomið sanganlegg, við mixara, hátalarum, mikrofon o.s.fr.
?Eg visti ikki av, at vit sum vunnu, eisini fingu so flottar gávur. Eg helt bara, at tað var ein virðisløn, so eg kendi meg rættiliga priviligeraða, greiðir Sigrið frá.
Bacchelor í sangi
Spurd, júst hvat hon hevur lært seinastu trý árini og hvørjar førleikar útbúgvingin gevur, svarar Sigrið, at hon hevur lært eina rúgvu.
? Vit hava faktiskt lært alt um sangyrkið. Bæði um at vera forsangarar og kórsangarar, at komponera, arrangera, framleiða og eisini nakað um tað tekniska. Vit hava eisini lært at hava sangundivísing, so tað er eitt sindur av hvørjum, sigur Sigrið.
Við hesi útbúgvingini kann hon vera sanglærari og undivísa í sangi. Men hon leggur dent á, at hennara ætlan við útbúgvingini fyrst og fremst var, at hon sjálv skuldi at læra meiri um sangheimin.
? Eg kann eisini útbúgva meg víðari og taka eina sonevnda Master-degree. Tað haldi eg næstan at eg fari at gera, hóast eg ikki havi søkt enn, tí eg fyrst vildi hava allar bacchelor royndirnar afturum fyrst, sigur Sigrið.
Ikki sungið ímeðan
Hóast Sigrið altíð hevur sungið, so sigur hon, at stundirnar ikki hava verið so góðar til sangin seinastu trý árini.
? Eg havi gjørt nógv við skúlan, so eg havi ikki havt tíð til so nógv annað. Men eg havi tó roynt at fáa eitt kór á føtur. Tað er eitt kór fyri atferðartrupul børn í 15-16 ára aldrinum. Tey hava ikki so nógvar møguleikar og tilboð, men tey eru faktiskt rættiliga evnarík, greiðir Sigrið frá.
Umframt kórið við atferðartruplu børnunum, hevur Sigrið eisini fingist nógv við at komponera.
? Tað er nakað, sum eg altíð havi viljað dugað og vitað meiri um. So tað havi eg nýtt rættiliga nógva tíð uppá, eisini uttamfyri skúlan, sigur Sigrið.
Fløguútgávu
Spurd, hvørjar ætlanir hon hevur, nú fyrsti parturin av útbúgvingini er komin undir land, svarar Sigrið, at hon hevði hildið tað verið stuttligt at givið eina fløgu út.
? Men tað eru enn bara hugsanir, og eg veit framvegis einki um nær ella hvussu, staðfestir hon.
Fyrst og fremst ætlar hon sær tó at koma heim til Føroya.
? í høvuðsheitum verður tað bara feria, tí eg havi ikki sovið í nakrar vikur nú, ímeðan eg havi gingið til royndirnar. So eg havi enn ikki nakrar ítøkiligar ætlanir um at framføra har heima, sigur Sigrið.
Hon vil tó ikki útiloka, at tað møguliga verður til onkra framførðslu.
?Einki er avtalað, men tað kann vera, at man finnur uppá okkurt. Nú fáa vit at síggja, sigur Sigrið Rasmussen at enda.
mynd: Sigrið saman við kenda framleiðaranum, Richard Niles, sum handaði henni virðislønina.