32-22, Serbia - Suðurkorea 31-22, Kroatia - Avstralia 36-13, Ungarn - Egyptaland 27-14, Spania - Algeria 27-14 Frakland - Tunesia 30-27, Pólland - Hvítarussland 24-22.
Stoltenberg, segði í kvøld, at 13 norðmenn eru tiknir gíslar í Algeria. Hann upplýsti samstundis, at norska uttanríkisráðið hevur sent fólk til Algeria at hjálpa sendistovuni har. Tað eru víðgongdir islamistar [...] hevnd fyri, at Frakland er farið undir eitt átak ímóti islamistum í Mali, sum er grannaland hjá Algeria. Jens Stoltenberg segði á tíðindafundi í kvøld, at norska stjórnin metir málið sera álvarssamt.
kanna, um ein altjóða deild kann hjálpa Algeria at loysa málið. Í gjárkvøldið ljóðaði, at gíslatakararnir høvdu kravt, at 100 islamistar, sum sita í fongsli í Algeria, skulu latast leysir í býti við gíslarnar [...] Yvirgangsbólkurin, sum hevur tikið 41 gíslar á einum gassverki í Algeria, krevur nú, at algerski herurin tekur sínar hermenn burtur frá verkinum. Algerska stjórnin kunngjørdi í morgun, at herurin hevði
sigur, at 30 gíslar eru slopnir til rýmingar frá islamistunum, sum tóku seg inn á eitt gassverk í Algeria í gjár og tóku starvsfólkini gíslar. Sambært sjónvarpinum eru tað 17 útlendingar og 13 algerar, sum
Tað er vónleyst at fáa greiði á, hvat veruliga er hent í Algeria, eftir at stjórnarherurin søkti av yvirgangsmonnunum, sum høvdu tikið gíslar á gassverkinum In Aménas. Ein talsmaður fyri teir lokalu m [...] ikki váttað. Norska uttanríkisráðið hevur fyrr sagt, at níggju norðmenn vóru millum gíslarnar í Algeria, og fyri stuttum segði ein talsmaður fyri uttanríkisráðið, at tey hava ongan álítandi upplýsingar
rri, at norsku myndugleikarnir hava onga greiða vitan um, hvat er hent teimum norsku gíslunum í Algeria. Hann legði afturat, at myndugleikarnir gera alt, sum gerast kann, fyri at fáa neyvar upplýsingar [...] forsætisráðharran, at fyri Noreg var tað týdningarmesta at tryggja gíslarnar. Sum sagt eru tíðindini úr Algeria sera ymisk, men tær flestu tíðindastovurnar skriva, at 34 útlendskir gíslar og 15 gíslatakarar doyðu
fingið vissu fyri, at ein av teimum norsku gíslunum er sloppin við lívinum og er á einum sjúkrahúsi í Algeria. Hinvegin vita myndugleikarnir framvegis ikki, hvussu tað er vorðið við hinum átta norðmonnunum, [...] sum vóru gíslar á algerska gasverkinum. Statoil sigur, at 40 av teirra starvsfólkum eru farin úr Algeria. 18 teirra fóru haðani við flogfari umvegis Mallorca í nátt. Myndugleikarnir í Japan siga, at 17
Írski verkfrøðingurin Stephan McFaul, sum slapp livandi frá gíslatøkuni í Algeria, sigur nú, at hann sá algerskar stjórnarhermenn skjóta eftir akførum, sum gíslatakararnir brúktu til at flyta gíslarnar [...] McFaul (myndin) sigur, at minst fýra bilar vórðu raktir og fóru í smildur. Tey seinastu tíðindini úr Algeria siga, at stjórnarherurin er ikki liðugur við átakið enn, og at hann nú hevur sent servandar hermenn [...] seinastu 14 eru úr. Norska stjórnin segði í morgun, at ein av teimum norsku gíslunum er á sjúkrahúsi í Algeria, men at stjórnin veit ikki, hvat er vorðið av hinum átta.
yvirgangsbólkurin Khaled Abu al-Abbas tók ikki færri enn 650 gíslar, tá hann leyp á eitt gassverk í Algeria fyrradagin. Av teimum vóru 132 útlendingar. Sambært almennum algerskum keldum slapp umleið helmingurin
Statoil hava nú fingið vissu fyri, at tveir norskir gíslar afturat eru slopnir frá gíslatøkuni í Algeria við lívinum. Tað upplýsti Statoil-stjórin, Helge Lund (myndin), á tíðindafundi í Stavanger í morgun [...] Annar av teimum báðum monnunum, sum myndugleikarnir nú hava frætt frá, er á veg til Noregs. Hin er í Algeria og fer ætlandi til Noregs seinni í dag, sigur norska kringvarpið.