30 gíslar slopnir til rýmingar

Algerska sjónvarpið sigur, at 30 gíslar eru slopnir til rýmingar frá islamistunum, sum tóku seg inn á eitt gassverk í Algeria í gjár og tóku starvsfólkini gíslar.

Sambært sjónvarpinum eru tað 17 útlendingar og 13 algerar, sum eru flýddir. Franskar keldur siga, at tveur fransmenn eru millum teirra, sum flýddu, men tað er ikki váttað.

Algerski herurin hevur kringsett gassverkið, og algerska stjórnin hevur sagt, at hon fer ikki at tingast við gíslatakararnar, sum verða sagdir at hava tilknýti til al-Qaeda.