Danmark vann sum væntað tryggan sigur á Qatar í EM-kappingini í manshondbólti í kvøld. Tað var ongantíð nakar ivi um, hvat lið var tað betra. Í hálvleikinum vóru danir á odda 19-13, og tá teir 60 minuttirnir vóru av, hevði Danmark vunnið 41-27.
Tað er vert at leggja afturat, at heimsins næstbesti hondbóltsspælari, Mikkel Hansen, spældi ikki við danska liðnum í kvøld. Men liðið fær uttan iva brúk fyri øllum hansara evnum í annaðkvøld, tá Danmark møtir Russlandi, sum tykist vera betur fyri enn í undanfarnum kappingum.
Onnur úrslit higartil:
Týskland - Brasil 33-23
Argentina - Montenegro 28-26
Russland- Ísland 30-25
Makedonia - Kili 30-28,
Slovenia - Saudiarabia 32-22,
Serbia - Suðurkorea 31-22,
Kroatia - Avstralia 36-13,
Ungarn - Egyptaland 27-14,
Spania - Algeria 27-14
Frakland - Tunesia 30-27,
Pólland - Hvítarussland 24-22.