Norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, segði í kvøld, at 13 norðmenn eru tiknir gíslar í Algeria. Hann upplýsti samstundis, at norska uttanríkisráðið hevur sent fólk til Algeria at hjálpa sendistovuni har.
Tað eru víðgongdir islamistar, sum hava lopið á eina stóra gassstøð, sum Statoil, BP og algeriska felagið Sonatrach reka. Teir 13 norsku gíslarnir arbeiða hjá oljufelagnum Statoil.
Eygleiðarar halda, at álopið er hevnd fyri, at Frakland er farið undir eitt átak ímóti islamistum í Mali, sum er grannaland hjá Algeria.
Jens Stoltenberg segði á tíðindafundi í kvøld, at norska stjórnin metir málið sera álvarssamt.