Skutu eftir akførum sum gíslar vóru í

Írski verkfrøðingurin Stephan McFaul, sum slapp livandi frá gíslatøkuni í Algeria, sigur nú, at hann sá algerskar stjórnarhermenn skjóta eftir akførum, sum gíslatakararnir brúktu til at flyta gíslarnar við. Tann 30 ára gamli McFaul (myndin) sigur, at minst fýra bilar vórðu raktir og fóru í smildur.

Tey seinastu tíðindini úr Algeria siga, at stjórnarherurin er ikki liðugur við átakið enn, og at hann nú hevur sent servandar hermenn inn á gassverkið.

Ein kelda í algersku trygdartænastuni hevur upplýst, at minst 30 gíslar, teirra millum minst átta útlendingar, hava latið lív. Keldan sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at talan er um tríggjar japanar, tveir bretar, tveir filipsoyingar og ein fransmann. Av hinum, sum doyðu, eru minst átta algerar, men keldan dugir ikki at siga, hvørjum londum teir seinastu 14 eru úr.

Norska stjórnin segði í morgun, at ein av teimum norsku gíslunum er á sjúkrahúsi í Algeria, men at stjórnin veit ikki, hvat er vorðið av hinum átta.