Norsku myndugleikarnir og Statoil hava nú fingið vissu fyri, at tveir norskir gíslar afturat eru slopnir frá gíslatøkuni í Algeria við lívinum. Tað upplýsti Statoil-stjórin, Helge Lund (myndin), á tíðindafundi í Stavanger í morgun.
-Hetta eru góð tíðindi í einari truplari tíð, men vit hava framvegis ikki frætt frá seks av okkara starvsfeløgum, segði Helge Lund.
Annar av teimum báðum monnunum, sum myndugleikarnir nú hava frætt frá, er á veg til Noregs. Hin er í Algeria og fer ætlandi til Noregs seinni í dag, sigur norska kringvarpið.