Krevja hermenninar burtur frá gassverkinum

Yvirgangsbólkurin, sum hevur tikið 41 gíslar á einum gassverki í Algeria, krevur nú, at algerski herurin tekur sínar hermenn burtur frá verkinum.

Algerska stjórnin kunngjørdi í morgun, at herurin hevði kringsett gassverkið, men at stjórnin ætlaði sær ikki at tingast við gíslatakararnar. Tíðindastovan AP skrivar, at algerska stjórnin hevur havt samband við USA og Frakland fyri at kanna, um ein altjóða deild kann hjálpa Algeria at loysa málið.

Í gjárkvøldið ljóðaði, at gíslatakararnir høvdu kravt, at 100 islamistar, sum sita í fongsli í Algeria, skulu latast leysir í býti við gíslarnar. Sambært øðrum keldum hava gíslatakararnir eisini kravt, at Frakland skal steðga sínum hernaðarátaki í Mali alt fyri eitt.

Bretska uttanríkisráðið hevur váttað, at ein breti hevur latið lív í gíslatøkuni. Norska uttanríkisráðið sigur seg ikki hava hoyrt nakað um, at nakar norðmaður er deyður. Statoil sigur, at 12 starvsmenn hjá felagnum eru millum gíslarnar. Av teimum eru níggju norðmenn. Hinir gíslarnir eru úr USA, Bretlandi, Írlandi, Japan, Malaysia, Fraklandi og Filipsoyggjunum.