Tað ger Jacob Vestergaard við einum grein 52a fyripurningi, har hann vil hava at vita, nær Fiskimálaráðið varð kunnað um tilmælið.
Jacob Vestergaard legði hósdagin landsstýrið undir at dylja upplýsingarnar fyri at pynta upp á fíggjarlógini.
Hetta varð tó víst aftur í Kringvarpinum fríggjadagin, har deildarleiðarin fyri tilfeingi á Havstovuni, Eydna í Homrum, segði, at Føroyar høvdu tilmæli frá ICES klokkan 11:10 týsdagin – ein góðan tíma eftir, at løgtingsfíggjarlógin varð løgd fyri Løgtingið.
– Fiskimálaráðið fekk boðini í telduposti seint fyrraparitn týsdagin, segði hon við Kringvaprið fríggjadagin.
– Vit hava hildið okkum til tær mannagongdirnar, sum eru. Og tað er, at tá stovnsmetingarfundurin hjá okkum byrjar, skulu vit øll játta, at vit hava tagnarskyldu um úrslitini, inntil tilmælið er tókt, segði hon eisini.
Spurd av Kringvarpinum, um tilmælini frá ICES áður eru komin so mikið fyrr, at man hevur kunnað tikið tey við í fíggjarlógina, svarar hon:
– Nei, tey verða kunngjørd 30. september, og soleiðis hevur tað verið í nógv ár, segði Eydna í Homrum, deildarleiðari á Havstovuni í samrøðu við Kringvarpið.
Men hetta góðtekur Jacob Vestergaard ikki.
Hann hevur tí sett fram grein 52a fyrispurning til Jóhan Christiansen um ICES-tilmælið um makrel, norðhavssild og svartkjaft fyri 2026, har hann spyr soleiðis:
1. Nær varð Fiskimálaráðið kunnað um ásetingarnar í komandi ICES-tilmælinum um makrel, norðhavssild og svartkjaft fyri 2026?
2. Kunnaði landsstýrismaðurin landsstýrið – Fíggjarmálaráðið – um tilmælið?
Í viðmerking til fyrispurningin sigur Jacob Vestergaard, at undir 1. viðgerð av løgtingsfíggjarlógini hósdagin 2. oktobur 2025 vísti hann á, at nýggjastu tilmælini frá ICES um makrel, norðhavssild og svartkjaft ikki vóru tikin við og tí ikki vóru ein partur av lógaruppskotinum.
– Støddin á kvotunum av makreli, norðhavssild og svartkjafti fyri 2026 hevur stóran týdning fyri inntøkugrundarlagið hjá landskassanum, og tí undraði tað undirritaða, at hesar upplýsingar ikki vóru tiknar við, nú ICES mælir til munandi skerjingar fyri makrel og svartkjaft, sigur hann.
– Sagt varð, at Fiskimálaráðið/landsstýrið ikki visti um tilmælið, fyrrenn tað varð almannakunngjørt 30. septembur 2025.
– Hettar samsvarar ikki við tær royndir, sum undirritaði hevur úr Fiskimálaráðnum, tá Fiskimálaráðið varð kunnað um komandi tilmælið av føroyska umboðnum í arbeiðsbólkinum umleið ein mánað, áðrenn tað varð almannakunngjørt, sigur Jacob Vestergaard.