ærini eitt annað lamb. Tað eydnaðist ikki. Tað ráddi um at finna ærini eitt annað lamb, tí ein nýlemba, sum missir lambið, fer illa, tá ið mjólkin etur til, og einki lamb er at súgva hana. Hann vardi seg [...] sum vitni, og hon var ikki í iva um, at lambið hevði pínst heilt illa, tí kjøtið var bert, og nógvar nervar eru í beininum. Líka sum hjá menniskjum. Skitið fjós Tá ið hetta málið tók seg upp, vóru Búnaðarstovan [...] politiið álegði bóndanum at drepa lambið, læt hann tað ganga ein dag aftrat og drap ikki lambið, fyrr enn politiið annan dagin fór eftir honum og fekk hann at drepa lambið. Málið var fyri aðru ferð í rættinum
máli enn tilstundandi kappróðrinum á Norðoyastevnu. Hann var á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, har hann hetta kvøldið bleiv pápi at einari fittari diddu. Mamman er Jannie Dam Jacobsen, sum er ein [...] var góður, og tað kennist altíð lættari, um tað beinanvegin eydnast at sleppa eitt sindur framum hinar. Soleiðis var tað hesa ferð, og vit eru sera fegnir um fyrsta sigurin nakrantíð. Frammanundan hesum [...] tá ið skotið var brostið fyri vinnarabátinum. Lómur var fyrstur á mál, og hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at tað eydnaðist monnunum í Argja Róðrarfelag at vinna hesa kappingina. Heilt óvæntaður mundi
á bátin, og at tað eydnaðist at taka Suðuroying og Vestmenning. Hatta var ógvuliga spennandi, og tað er hugaligt at fara undir fyrireikingarnar til næstu avbjóðingina, tá ið tað er so tætt og intenst. [...] Tað skal leitast heilt aftur til 2004 fyri at finna eina kapping, har tað vóru fleiri enn tveir vinnarar. Hetta árið vann Havnarbáturin tríggjar róðrar og FM heitið. Nólsoyingurin vann tríggjar róðrar [...] seg í ár, fer tíðin at vísa. Men finaluróðurin á Norðoyastevnu bar boð um, at tað verður sera tøtt kapping millum í hvussu so er tríggjar bátar. Klaksvíkingur vann, og tað var í stórum stíli. Vinnaratíðin
Símun Edmundsson var vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist at vinna, men hann ásannaði tó, at í 2. hálvleiki var orkan ikki tann sama, sum hon var í 1. hálvleiki, og at hetta bar við sær, at føroysku spælararnir [...] Jacobsen, harmaðist um, at tað ikki hevði eydnast at vinna, men hann ásannaði, at sum 2. hálvleikur leið, so vóru makedonarnir við yvirlutan. Tó iðraði hann seg um, at tað ikki eydnaðist at skora í góðum [...] Nestorovski er komin á vøllin í staðin fyri Tairi. Í fyrstu royndini eftir innskiftingina var um reppið, at Nestorovski skoraði eitt sindur úr vinstru, men bólturin fór við síðuna av. Nú er setningurin
ni fyri smátjóðir, har føroyska liðið visti millum lítið og einki um áðrenn, hvørjari mótstøðu, roknast kundi við. Hetta gav vónir um, at nakað veruliga kundi spyrjast burturúr, samstundis sum dysturin [...] Marino var tyngru at syfta, enn nakar hevði væntað, tí sjálvt um føroysku flogbóltskvinnurnar henda seinnapartin komu betur frá byrjan í dystinum og vunnu fyrsta sett 25-22, eydnaðist teimum ikki at halda fast [...] annars gjørdu ov nógvar feilir. Hetta endaði tí við, at San Marino vann síðstu trý settini og dystin 3-1, við settúrslitunum 25-20, 25-16 og 25-15. Samstundis gav hetta eina mynd av, at San Marino helst
10. leikumfar er av! Niðanfyri er eitt yvirlit yvir dystargongdina í teimum fimm ymsu dystunum, og støðan nú 10. leikumfar er av. Klokkan 14.45: FC Suðuroy NSÍ 0-2 (0-1) Dómari: Rói Jacobsen 90. min [...] og Víkingur hevur úr at gera við at rudda burtur úr verjustøðu. 30. min. Enn er einki mál komið á Toftum. 7. min. Víkingur er ógvuliga nærvið at leggja seg á odda, tá Atli Gregersen stútar á stongina [...] Bartali Eliasen er ÍF komið betri við í dystin, sum framvegis er púra opin. 47. min: Reytt kort til Bartal Eliasen hjá ÍF! Sterki fuglfirðingurin hevur sæð gult fyri aðru ferð í dag og er tískil vístur av
málmøguleika, men hann lyfti bóltin upp um bæði málmann og málið sjálvt. Víkingur kundi vera betur nøgt við, at støðan í hálvleikinum var málleysur javnleikur, 0-0. Um reppið Tað, at FC Suðuroy ikki hevði [...] til at hava troyttað leikarar teirra nakað. Hinvegin løgdu teir enn betur fyri í seinna hálvleiki og spældir vóru ikki stórt meiri enn tveir minuttir, tá ið Jón Krosslá Poulsen legði FC Suðuroy á odda [...] 1-1. FC Suðuroy hevði nú tørv á at fáa tvey mál orsaka av regluni um útivallarmál. Teir roundu at trýsta og í sjálva 90. minutti eydnaðist tað Palla Augustinussen at leggja FC Suðuroy á odda 2-1, tá ið hann
gera dreymin til veruleika. Nakað er gjørt. Lóg um uppihald á stovni er strikað. Fólk sum búgva á sambýli og røktarheimi fáa í dag pensjón og gjalda fyri seg. Tað er við til at geva teimum størri ávirkan [...] skipan. Í okkara grannalondum er man farin yvir til (PBA) Persónligan brúkarastýrdan stuðul . Tvs. at stuðulin er knýttur at persóninum. Hetta er við til at hjálpa viðkomandi at megna ein gerðandisdag [...] møguleikan. Tað er at frøast um, at alt verður gjørt fyri, at tey, sum hava søkt inn á miðnámsskúla ella til víðari lesnað, skulu fáa møguleikan, tað er jú ein rættur.. Men samstundis er tað hugstoytt,
virði, enn at verða avreiddur til mjølframleiðslu fyri 2-3 krónur kilo. Óneyðugt er at vísa á, at hetta er mótprógvað, so tað stendur eftir. Í fjør sóust prísir heilt upp í 10 krónur kilo, og um rætt verður [...] Nýggjasta dømið um ódámligu framferðina hjá nótabarónunum er eitt skriv til Løgtingið, har tað hevur eydnast Felagnum Nótaskip, við stjóranum Jógvani Jespersen á odda, at sannføra 10 feløg um, at nótamennirnir [...] Føroyar eiga meira makrel. Úrslitið av hesum er millum annað, at nótaskipini í 2011 hava havt tað størsta avlopið nakrantíð. Beinleiðis orsøkin til hetta risaavlop er sjálvandi, at nótaskipini hava kunnað fiskað
her. Talan var um sumbingar og onnur, sum vóru komin norðaneftir og eisini úr útlondum, at vera við til hetta mentanartiltakið, har upplatingin av bygdarsavninum var høvuðsevnið. Við hetta høvið helt me [...] Mentanarstevnan í Sumba hetta vikuskiftið vísti til fulnar, at fólk hava áhuga í mentan og tí sum annars hendir í sunnastu bygd okkara. Eitt stórt arbeiði var lagt í at fyrireika hesa stevnuna og gera [...] gera hana so fjølbroytta sum tilber. Og ikki kann sigast annað, enn at fólk eisini tóku sera væl ímóti teirri umfatandi skránni ið fevndi yvir fýra dagar. Úr Sumba frætta vit, at sera nógv fólk var í bygdini