Sum á ólavsøku í Sumba

Mentanarstevnan í Sumba hetta vikuskiftið vísti til fulnar, at fólk hava áhuga í mentan og tí sum annars hendir í sunnastu bygd okkara.

Eitt stórt arbeiði var lagt í at fyrireika hesa stevnuna og gera hana so fjølbroytta sum tilber. Og ikki kann sigast annað, enn at fólk eisini tóku sera væl ímóti teirri umfatandi skránni ið fevndi yvir fýra dagar.

Úr Sumba frætta vit, at sera nógv fólk var í bygdini hesar dagarnar – ja onkur tók til, at tað var sum á ólavsøku í bygdini, so nógv fólk var samankomið her. Talan var um sumbingar og onnur, sum vóru komin norðaneftir og eisini úr útlondum, at vera við til hetta mentanartiltakið, har upplatingin av bygdarsavninum var høvuðsevnið. Við hetta høvið helt mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø røðu.

Eitt av tiltøkunum var ein gongutúr niðan á Beinisvørð, har omanfyri 80 fólk vóru við. Í góðveðrinum kundu tey njóta serstaka útsýnið her, og hóast dansigólv ikki var undir teimum, helt tað kortini ikki fólki aftur í at sláa ring á staðnum.

- Sum heild eydnaðist tiltakið sera væl. At vit so haraftrat vóru vælsignað við sera góðum veðri, gjørdi alt bara uppaftur betri, siga tey úr Sumba.

Mynd: Bygdasavnið skal vísa fram dýrgripir úr økinum. Ein partur av hesum dýrgripum er fuglasavnið hjá Akseli Poulsen, sum eisini sæst á myndini

Myndatøka: Jan Joensen, Vágur