Teir úr Víkingi vóru nakað skerdir undan dystinum. Gaman í var høgri vongverji, Bárður J. Hansen, við aftur eftir skaða, men Hanus Jacobsen var framvegis skaddur og liðskiparin, Atli Gregersen, var leikbannaður. Stutt undan dystinum mátti Niclas Niclassen eisini taka seg aftur, eftir at hann hevði ein heldur merkisverdan skaða – nevniliga nógva tannapínu.
FC Suðuroy hevði hinvegin allar mans tøkar, men á venjarabeinkinum sá heldur øðrvísi út, eftir at Pól F. Joensen, sum førdi teir upp í bestu deildina, hevði takkað fyri seg sum høvuðsvenjari. Tórður Wiberg Holm, Bogi Mortensen og Egill Steintórsson tóku sær av liðnum hendan dystin og gera tað fram til ein varandi loysn er funnin.
FCS leyp á
Tað sást alt fyri eitt, at FC Suðuroy ætlaði sær at leypa á og hótta tepru leiðsluna hjá Víkingi. Teir komu langt fram á vøllin og vóru beinleiðis í sínum spæli mótvegis málinum. Serliga David Asare var eyðsýndur og hevði hann eisini besta møguleikan fyrsta korterið, tá ið hann sendi eitt skot beint framvið málinum.
Eftir einum korteri kom ein umtalað hending í dystinum. Fyrrverandi liðfelagarnir báðir, Jón Krosslá Poulsen og Evrard Blé komu í hornatøk, og heimaáskoðarar- og leikarar vildu vera við, at Víkinga-leikarin hevði stútað málrevin hjá vágbingum, men hetta metti dómarin, Eiler Rasmussen, ikki, og gav teimum eitt gult kort í part.
Tað var serliga eitt væl spælandi FC Suðuroy-lið, sum tilspældi sær góðar málmøguleikar. Eftir góðum hálvum tíma fekk Jón Krosslá Poulsen ein risa stóran møguleika og fekk møguleikan at renna púra leysur mótvegis málinum, men hann misti tamarhaldið á bóltinum. Víkingur lúrdi hinvegin í mótálopunum og Lasse Qvist hevði eisini ein góðan málmøguleika, men hann lyfti bóltin upp um bæði málmann og málið sjálvt.
Víkingur kundi vera betur nøgt við, at støðan í hálvleikinum var málleysur javnleikur, 0-0.
Um reppið
Tað, at FC Suðuroy ikki hevði hepnið við sær í stóra trýstinum í fyrra hálvleiki, sá ikki út til at hava troyttað leikarar teirra nakað. Hinvegin løgdu teir enn betur fyri í seinna hálvleiki og spældir vóru ikki stórt meiri enn tveir minuttir, tá ið Jón Krosslá Poulsen legði FC Suðuroy á odda 1-0 eftir eina góða sending frá einum væl uppløgdum Palla Augustinussen.
Hesa løtuna brendi av álvara á frammanfyri Víkinga-málinum, og í einu støðuni vardi stongin fyri. Júst sum FC Suðuroy sá út til at hava tamarhald á øllum og kundi økja um leiðsluna, so svaraði Víkingur aftur. Teir fangaðu bóltin í uppspælinum hjá FC Suðuroy, og í einum góðum mótálopi endaði bólturin hjá Lasse Qvist, sum við aftaru stong sendi bóltin í málið til 1-1.
FC Suðuroy hevði nú tørv á at fáa tvey mál orsaka av regluni um útivallarmál. Teir roundu at trýsta og í sjálva 90. minutti eydnaðist tað Palla Augustinussen at leggja FC Suðuroy á odda 2-1, tá ið hann fiskaði ein bólt frá Geza Turi, sum kom ov langt út og kom púra skeivur av bóltinum. Tað var um reppið, at FC Suðuroy eisini fekk finalugevandi 3-1-málið, men Víkingur vardi væl fyri. FC Suðuroy vann dystin 2-1, men umvegis ein samlaðan 2-2-javnleik og munin í útivallarmálum er tað Víkingur, sum nú kann fyrireika seg til steypafinaluna ímóti EB/Streymi.