Tað var einki minni enn eitt bragd, at kvinnulandsliðið í flogbólti mestsum sópaði vertirnar úr Luxembourg av vøllinum, tí undan kappingini var áskoðanin hjá teimum flestu, at heimaliðið var favorittur og væntandi fór at vinna allar sínar dystir.
Í hesum fyrsta dystinum var spenningurin størstur, og tá avtornaði, høvdu bæði lið settbóltar, áðrenn Føroyar endaðu við at vinna 28-26. Vertirnir komu betur frá byrjan í øðrum setti, men so komu tær føroysku afturíaftur og vunnu 25-21, og í triðja setti høvdu tær funnið seg sjálvan og góða spælið, so tað endaði 25-19 og dysturin 25-19 til Føroyar.
Ein dreymabyrjan í EM-undankappingini fyri smátjóðir, har føroyska liðið visti millum lítið og einki um áðrenn, hvørjari mótstøðu, roknast kundi við. Hetta gav vónir um, at nakað veruliga kundi spyrjast burturúr, samstundis sum dysturin millum hini bæði liðini í bólkinum, San Marino og Ísland, endaði við 3-1 sigri til San Marino, eftir at Ísland annars var komið á odda.
Funnu ikki geistin
Leygardagin skuldi tað tó vísa seg, at San Marino var tyngru at syfta, enn nakar hevði væntað, tí sjálvt um føroysku flogbóltskvinnurnar henda seinnapartin komu betur frá byrjan í dystinum og vunnu fyrsta sett 25-22, eydnaðist teimum ikki at halda fast við geistin frá Luxembourg-dystinum.
Tvørturímóti var tað San Marino, ið mentist, sum dystinum leið, og tí kundi eingin fingur setast á sigurin hjá San Marino, ið ikki minst dugdi at gera sær dælt av persónligu feilunum á føroyska liðnum, har tað ikki vísti seg, sum neyðuga dirvi var til staðar, so kvinnurnar veruliga tordu at spæla sítt spæl, men heldur onkursvegna hildu aftur og annars gjørdu ov nógvar feilir.
Hetta endaði tí við, at San Marino vann síðstu trý settini og dystin 3-1, við settúrslitunum 25-20, 25-16 og 25-15. Samstundis gav hetta eina mynd av, at San Marino helst var sterkasta liðið í bólkinum og kundi vinna hann.
Spurningurin var bara, hvussu langt tað fór at røkka hjá føroysku kvinnunum, sum sunnudagin skuldu spæla ímóti Íslandi, tí Luxembourg, sum Føroyar vundu burturúr fríggjakvøldið, vann leygarkvøldið ein sera tryggan 3-0 sigur á Íslandi, við settúrslitunum 25-21, 25-20 og 25-14.
Endaðu aftast
Á pappírinum skuldi Ísland verið væl og virðiliga yvirkomilig mótstøða, men tað er bara ikki á pappírinum, at dystirnir verða spældir, og tað fingu Føroyar at sanna sunnudagin, tá tær íslendsku kvinnurnar vístu seg sum alt annað enn greitt veikasta liðið í bólkinum, sum annars kundi verið tann mest upplagda niðurstøðan eftir teir báðar fyrstu dystirnar hjá øllum.
Tvørturímóti bleiv talan í veruleikanum um eitt slag av eyðmýking, tí Ísland vann ein greiðan 3-0 sigur, har tað var í fyrsta og serliga øðrum setti, at einki riggaði. Tey taptu Føroyar 19-25 og 14-25, og hóast betur gekk í triðja setti, 21-25, var tað ov seint hjá kvinnunum spakuliga at koma í gongd tá.
Í hesum triðja settinum helt spenningurin sær nokk so langan veg, tí føroysku kvinnurnar máttu og skuldu vinna settið fyri at yvirliva. Men nærri enn at vera aftanfyri 19-20 komu tær ikki, og tí eydnaðist ikki heldur ímóti endanum at fáa fatur í Íslandi, sum vann uppiborið, men alt ov lætt.
Hin dysturin í bólkinum endaði við, at San Marino vann 3-2 á Luxembourg eftir spæl í tveir tímar, har settúrslitini vóru 25-22, 19-25, 23-25, 25-16 og 15-8. Hesi bæði liðini fóru tískil víðari til endaspælið næsta ár, meðan Ísland og Føroyar mugu ynskja sær betri eydnu til næstu ferð.










