Tað var sannur rómur umborð á 6-mannafarinum hjá argjamonnum, tá ið skotið var brostið fyri vinnarabátinum. Lómur var fyrstur á mál, og hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at tað eydnaðist monnunum í Argja Róðrarfelag at vinna hesa kappingina.
Heilt óvæntaður mundi sigurin ikki vera. Í fjør royndu teir á Argjum seg í nýggjum báti. Tá vann Riddarin allar róðrarnar, og tá var Lómur næstfremstur allar sjey ferðirnar. Síðani tá er bara ein maður skiftur út umborð á Lómi, meðan skiftingarnar hava verið fleiri á Riddaranum, og nú stemmaði tað hjá 6-mannafarinum á Argjum.
Høgni Jacobsen hevur verið formaður í Argja Róðrarfelag. Hann legði frá sær á síðsta aðalfundi, men hann er framvegis virkin í felag-
num og aftur í ár bátsformaður á Lómi.
Fríggjakvøldið undan Norðoyastevnu, meðan bátsfelagarnir ladaðu upp og fokuseraðu á uppgávuna í Klaksvík leygardagin, var bátsformaðurin upptikin av øðrum og nógv týdningarmiklari máli enn tilstundandi kappróðrinum á Norðoyastevnu. Hann var á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, har hann hetta kvøldið bleiv pápi at einari fittari diddu.
Mamman er Jannie Dam Jacobsen, sum er ein av kappróðrarlegendunum. Hon hevur verið við til at vinna nógvar sigrar umborð á Jarnbardi, og seinastu árini hevur hon skrivað um kappróður. Teimum báðum verður ynskt tillukku!
Nýtt flaggskip
Lómur legði seg rættuliga skjótt framum teir báðar vágabátarnar, og tað var ongantíð nakar ivi um, at tað fór at verða báturin hjá Argja Róðrarfelag, sum fór at vinna.
– Vit høvdu góðar vónir. Vit hava vant nógv, og tað hevur gingið væl. Starturin var góður, og tað kennist altíð lættari, um tað beinanvegin eydnast at sleppa eitt sindur framum hinar. Soleiðis var tað hesa ferð, og vit eru sera fegnir um fyrsta sigurin nakrantíð. Frammanundan hesum bátinum hava tvey 6-mannafør verið í felagnum. Besta úrslitið hjá monnunum við fyrsta bátinum var eitt triðja pláss. Í 2003 varð nýggjur bátur smíðaður, men tað royndist heldur ikki nakað serligt við honum. Hann varð seldur til Hollands. Í fjør royndu vit okkum við nýggjum báti, og nú eydnaðist tað endiliga at vinna, staðfestir Høgni Jacobsen.
Sigurin hjá argjamonnum kennist ivaleyst serliga søtur, nú 8-mannafarið Argjabáturin sambært úrslitunum á Norðoyastevnu ikki er so stinnur, sum hann hevur verið tað undanfarnu árini
Kapping í Vága kommunu
Fýra bátar luttóku í kappingini millum 6-mannafør við monnum. Sundabáturin, sum ikki hevur verið at sæð tvey tey seinastu árini, bjóðaði seg fram aftur leygardagin. Venjingarstøðan tóktist ikki at vera nakað serlig, og tað var skjótt, at hann datt heilt burtur ímillum.
Kappingin um næstfremsta plássið stóð millum tey bæði 6-mannaførini í Vága kommunu – Skúgv úr Sandavági og Riddaran úr Miðvági.
Talan var um tætta kapping. Skúgvur var eina løtu frammanfyri, men Riddarin ressaðist við aftur, og á málinum var hann meiri enn tvey sekund undan grannanum.