øllum kirkjutænarunum ? núverandi, fyrrverandi eins væl og komandi ? til døgurða og undirhald, so her var alt frá vaskifólkum, gravarum, deknum, klokkarum og øðrum fólki, sum tæna kirkjuni í gerandisdegnum [...] fór at hugleiða um sjálvbodna tænastu í kirkjuni, har hann førdi fram, at júst sjálvbodna tænastan er rástyrkin í kirkjuni. Tónleikur var eisini á skránni. Hansa Fjallstein hevði yrkt sang til høvið, sum [...] hevði eisini bjóðað Lív Næs framvið, sum sang og spældi nakrar av sínum sangum. Óluva Djurhuus, sum er av Eiði og býr í Kollafirði og hevur verið pílagrímsferð í Spania, greiddi við orðum og myndum frá
Hetta er ein vanligur mikudagur í apríl mánaði 2010. Klokkan er farin at nærkast fimm, og dagurin í búðini er skjótt at enda komin. Klokkan eitt lótu tær tríggjar rituvíkskonurnar - Lis Højgaard, Irena [...] teimum vitjandi. Men tað er kortini ein sannroynd, at higar koma fólk allastaðni frá. - Ja, her kunnu gott koma bæði suðuroyingar, klaksvíkingar og fólk úr Havn, sigur Jona. Talan er um menn og kvinnur í øllum [...] at finna sær góðar samansetingar av klæðum. - Eg haldi, at tað gamla er in nú. Einki suff Hóast Jona Olsen er komin væl til árs, er hon framvegis virkin í hesum arbeiðinum, sum hon eisini brennur fyri
kynsgøgnum ikki er í tráð við islamska trúnnu og siðir hennara, veit UNICEF at siga. - Her ganga leiðararnir í Sudan undan, sigur prosjektleiðarin í norska UNICEF, Nina Kolbjørnsen. Málið í Sudan er, at eingin
hólmurin er íroknaður. Esbern í Eyðansstovu vísir á, at vanliga verður farið á skurðfjall í hólmanum ein dag um heystið, tá eingin annar hagi í oynni er á fjalli. Í Mykineshólmi er ein gonga, og her er rætt [...] Mykineshólmi, sum hoyrir til hagan í oynni annars. - Tað er ymiskt, hvussu nógvan seyð hvør hagapartur eigur. Eitt áseyðatal í hólmanum á 120 er kanska heldur nógv, og í løtuni liggur talið um eini 100 [...] Mykineshólmur hevur góðan haga, sum gevur góð lomb, tá alt gongur væl, og áseyðatalið ikki er alt ov stórt. Onkur tvílemba er eisini í hólmanum. Esbern í Eyðansstovu leggur aftrat, at tá árið eydnast væl, koma
r, so her verður samanborið við sama mánað árini frammanundan. Tað vóru 148 løntakarar fleiri í februar 2014 í mun til árið fyri, og svarar tað til ein vøkstur upp á 0,6%. Størsta framgongdin er í byggivinnuni [...] enn árið fyri, sum er ein minking upp á 3,2%. Fiskivinnan hevði fæst løntakarar í 2011, tá húsagangur var í fiskavøruídnaðinum, og sjálvt um hetta rættaði seg nakað árini eftir, so er gongdin aftur nú tann [...] tann sama sum áður, at tað er ein jøvn minking hvørt ár. Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir
Sandavágur og Kollafjørður. Men spurningurin er so, hvat skal gerast fyri at betra um trygdina. - Okkara fremsta mál er at fáa allar landsvegir útum bygt øki. Tað er altíð vandamikið, tá ið ein landsvegur førir [...] Men nú er hann sera tryggur. Har eru oyggjar, og ferðslan er skild sundur í tvey. Tað ger, at fótgangarin einans nýtist at hugsa um ferðsluna frá einari síðu, tá ið hann fer yvirum. Tá ið hann so er komin [...] inntil ein vanlukka hendir. Fyri foreldrini í Miðvági er tað óúthaldiligt, at tey skulu vera bangin fyri teirra børnum hvønn dag. Trupulleikin er, at landsvegur gongur ígjøgnum bygdina. Jón Kragesteen
Boring og umsetningur Her er talan um tær uppgávur, sum føroyskar fyritøkur hava havt ? einsamallar og saman við útlendskum fyritøkum. Talan er m.a. um virksemi knýtt at flúgvingini, útgerðarhavnini og [...] iltakið, trygging oa. Tryggingfelagið Føroyar er sloppið at royna seg í nýggju vinnuni og hevur verið við til at tryggja teir tríggjar brunnarnar. Her er talan um stórar upphæddir, eina millión kr. uppá [...] krøvini um føroyska luttøku, har hon er kappingarfør. Sosialurin veit annars at siga frá, at teir tríggir brunnarnir hava kostað oljufløgunum einar 700 mill. kr. Av hesum er stdørsti útreiðsluposturin umleið
Chevron er eisini partur av einum øðrum fundi við markið, sum liggur nakað syðri enn Rosebank. Talan er um Cambo, sum enn hevur loynistatus. Men keldur í oljuverðini vilja vera við, at talan er um eina [...] dregur onnur við sær Tað er annars áhugavert at bíta merki í, at rættiliga ókend feløg um okkara leiðir, royna at knýta seg í loyvini, sum Chevron er fyristøðufelag fyri. Tað er líkasum, at tey hava álit [...] eisini beint við føroyska markið. So okkurt er, sum bendir á, at hetta annars varna danska oljufelagið, nú av álvara er farið at vísa Atlantsmótinum ans. Og neyvan er tað skeivt at gita, at ein orsøkin til
menninar sum eru til arbeiðis her í morgun. Líka so vanligt sum stampar og agn er í slíkum skúrum, er útvarpið ein fastur partur av útgerðini her. Hurðin stendur opin. Í dag er eingin orsøk at hava hana aftur [...] Regin. Uppgangandi Tað er friðarligt her við havnalagið í Skopun. Klokkan er farin av 10 og Teistin hevur júst lagt til bryggju. Ein trukkur koyrir aftur og fram á havnini, men annars er lítið at síggja til [...] týðiligt er at mong plássini eru tóm í morgun. Og hví skuldu tey ikki tað?! Tað er týsdagur, 3. oktober og sambært streymtalvuni er lítil streymur í hesum døgum. Hann var minstur um vikuskiftið, men er nú
var í Syðrugøtu og tosaði við Janus Rasmussen, stjóra í G!, lat hann væl at. - Her er nógv at gera hjá okkum og alt er sum tað eigur at vera, nú festivalurin skjótt verður skotin í gongd, sigur Janus