100 kirkjutænarar hittust í Eydnuni

Sunnukvøldið hittust kirkjutænarar í Sundalagnum í Eydnuni á Oyrarbakka. Kirkjuráðið í kirkjuni við Norðskála hevði bjóðað øllum kirkjutænarunum ? núverandi, fyrrverandi eins væl og komandi ? til døgurða og undirhald, so her var alt frá vaskifólkum, gravarum, deknum, klokkarum og øðrum fólki, sum tæna kirkjuni í gerandisdegnum.

Jórun Johannesen, forkvinna í Kirkjuráðnum, byrjaði við at bjóða tænarunum at vera vælkomin. Síðani hevði Emil Olsen, prestur, eina andakt áðrenn Jógvan Fríðriksson, biskupur, fór at hugleiða um sjálvbodna tænastu í kirkjuni, har hann førdi fram, at júst sjálvbodna tænastan er rástyrkin í kirkjuni.

Tónleikur var eisini á skránni. Hansa Fjallstein hevði yrkt sang til høvið, sum varð býttur út millum fólkið og síðani sungin. Kirkjuráðið hevði eisini bjóðað Lív Næs framvið, sum sang og spældi nakrar av sínum sangum.

Óluva Djurhuus, sum er av Eiði og býr í Kollafirði og hevur verið pílagrímsferð í Spania, greiddi við orðum og myndum frá sínum upplivingum og teimum tankum, hon gjørdi sær á túrinum.

Talan var um eitt sera hugnaligt tiltakt, har millum annað Jógvan Fríðriksson, biskuppur, hugleiddi um sjálvbodna tænastu. Styrkin í kirkjuni, fólksins kirkja, sum er breið og okkara

Kirkjuráðið í kirkjuni við Norðskála skipaði fyri tiltakinum, tí tey ynsktu at gera kirkjutænarunum greitt, at tey seta stóran prís upp á sjálvbodna og ólønta arbeiðið, tey gera.