hevur nakað at mótmæla ímóti, tað er rætt og rímuligt at hetta verður framt, men tað er ikki rætt, at tey 15%, sum ikki skulu inntøkuroknast, at tey skulu umsitast av vinnulívsmonnunum og teirra skrivstovum [...] sjófólki sjálvir at ráða yvir inntøku síni, er nú avtikin og rættindi teirra eru førd 70 ár aftur í tíðina. Tað verða tung tøk at venda hesum ágangi, men Javnaðarflokkurin fer at gera sítt til, at rættindi hjá [...] av skuld, og hava so sanniliga fingið lánigjøldini útsett til seinni at verða strikað. Tey, sum koma at gjalda gildið, verða okkara fiskimenn, okkara útróðrarmenn og verkafólkið sum heild. Tað hevur skund
nútíðina, og so tær tríggjar um kreppuna og bankarnar. Hetta er til fulnar eitt føroyskt sjónvarp. Betri fær tað ikki verið. Hesar báðar sendingarnar gera, at tú ikki fær teg til at finnast at SvF í 1997 [...] tøkk fyri, at hon dugdi at síggja hetta og tordi. Tey, sum gjørdu sendingarnar, hava til fulnar prógvað sítt hegni og dugnaskap. Jú, lat bara tey ungu sleppa framat. Stirðil er í. Og DAGUR OG VIKA er sterkasta [...] Men tær eru dýrar at gera og krevja nógva tíð. Eisini verður sagt, sum rætt er, at fjølmiðlarnir skulu vera púra sjálvstøðugir eins og dómstólarnir. Teir skulu tæna fólkinum beinleiðis. Spyrja fyri tey
førir fram, og tí er tað skilligt, hvørjum parti Óli Jacobsen er í, tá stríð er millum arbeiðsgevarar og løntakarar. Hetta er ikki nakað nýtt, tí sjálvt um tað býðir mær ímóti at fara at viðgera tey úrslit [...] har hann sjálvsagt er limur í, at leggja fyri tingið uppskot um skattalætta til sjómenn. Eg havi sagt tað áður og skal endurtaka tað her, at eg unni væl sjómonnunum og kanska einamest fiskimonnunum s [...] 1997, og eisini í greinini hjá Kjartan Hoydal í Dimmalætting herfyri. Formaðurin fyri reiðarafelagið hevur nú eisini alment sagt, at hann væntar at sokallaði skattalættin fer at føra við sær, at hýrurnar
stýrimaður og skipari, og høvdu hesar royndir ivaleyst við sær, at hann so væl dugdi at skilja og samstarva við skipsfelagar sínar. Í fimtiárunum vóru útmynstringarnar um 18 mánaðir langar, og var hetta [...] birgan longur, og soleiðis fyrireikaði hann meg til, at hann skjótt fór at fara frá okkum. Við brennandi vón um, at hetta ikki var so, royndi eg at eggja hann til lívsmót, kortini vitandi um og fjaldandi fyri [...] vóru, tí av royndum vistu vit, at okkurt tinganes var til okkara, og ongantíð minnist eg, at nakar var svikin. Soleiðis var pápi, honum dámdi so væl at gleða børnini, tað, sum honum sjálvum ikki lutaðist
verið upp á sítt pláss, at ávaringarlúðrarnir hjá foreldrunum fóru at ýla. Tað fara teir kanska eisini, men teir verða skjótt slóktir aftur og eru í øllum førum gloymdir næstu jól. Og alt meðan hesir lítið [...] til fíggjarligar timburmenn. Og knappliga varnist eg, at tankin um at seta meg í flogfarið nýggjársdag við kós móti Singapore og til sjós er næstan vorðin tiltalandi. Skomm at siga frá. Men hvør veit, kanska [...] gávan var ætlað at skapa, er langt síðan farin, tá jólaaftan er komin út úr handlunum og inn í stovurnar, og skuldi eitt vet verið eftir av henni, drunkar hon í dunganum av líknandi frasi. Og um drongurin
mannasamfelag søguliga í leysari luft, og tað fer framtíðarsamfelagið neyvan heldur at gera. Og tað ger einki at hugsa um framtíðina við støði í tí, sum vit vita um fortíðina og nútíðina. Uppi í hesum sama he [...] so ongan rætt taka sær at gera seg inn á tað klassiska grikska. Ein annar spurningur er, um tað er rætt at nýta karikatúrtekningar sum illustratiónir. At gera tað er í grundini at gera ímóti øllum tí, sum [...] harðræði (?Communist Dictatorship«). Tað kundi vera tað, tað var. Verri var soleiðis reint intellektuelt at góðtaka, at alt, sum ikki kommunistiskt, var frælst og hoyrti til tann frælsa heimin; tí upp
intuitivar og sansandi, og stórur og djúpur kunnleiki til heimsbókmentirnar ger samstundis, at høvundurin er førur fyri við skaldskaparligum ástøði og samanberingum at vísa lesaranum, hvussu víðfevnandi og vi [...] Javnvigast má kortini millum tað, sum kann tykjast óneyðuga privat, t.v.s. tað sum lýsir serliga sárar og inniligar hendingar, uttan at hetta er neyðugt fyri heildarfatanina og so tað, sum kann tykjast privat [...] , men í hesi bókini haldi eg ongantíð, at høvundurin fer um tað markið. Ein vandi, sum kann verða í tí at skriva ævisøgu um stórskald sum Janus Djurhuus, er, at verkið lætt kann gerast patetiskt, sjál
eftir at tað í gjár kom fram, at Jákup Mørkøre ikki longur er stjóri á Føroya Fiskavirking. Sosialurin frætti í gjár, at annar persónur er klárur at seta í stjórasessin, og at Jákup Mørkøre fer í annað [...] annað starv innan Framtaksgrunnin, men heldur ikki hetta fingu vit Sverra Hansen at vátta.
kunnað borið hesi tap. Tað var tí ikki neyðugt at hjálpa føroyingum við hesum. Og tað lá jú heldur ikki í kortunum. Og tað er eisini eitt av svikunum, at vit fingu at vita, at tað bert snúði seg um Sjó [...] ein sleppur hesum málum, og tað má staðfestast, at sjónvarpið við sínum nógvum skjalatilfari hevur prógvað, at her eru framd slík lokabrøgd, at tað er ikki nóg mikið bara at fáa at vita virðið av nøkrum [...] høvi til at siga nakað við Nyrup, so hevði hann sagt, at tað er alneyðugt við handling nú og við einum dialogi, sum fer niður á botn til orsøkina til henda bruna, og har gjørt honum greitt, at hesin bruni
Tjóðveldisflokkurin heldur tað vera markleysan frekleika og mótmælir at danski forsætismálaráðharrin og Føroya løgmaður seta ríkisfund í Føroyum. Føroya Løgting hevur á ongum sinni samtykt at halda nakran ríkisfund [...] snildislig ætlan at tiðna upp køldu viðurskiftini og álitisbrotini, ið eru landanna millum. Uttan mun til bankakanningarúrslitið kunnu Føroya fólk og Tjóðveldisflokkurin longu nú hava illgruna um, at ógvusliga [...] hevur sum aðalstevnumið at stovnseta føroyska tjóðveldið, tí hetta er einasta trygd fyri, at føroysk áhugamál verða røkt til fulnar. Tjóðveldisflokkurin er altíð tilreiðar at tosa við forsætismálaráðharran