SVERRI HANSEN VIL EINKI SIGA

Nevndarformaðurin í Føroya Fiskavirking, Sverri Hansen, vil ongar viðmerkingar gera til tíðindini um, at Jákup Mørkøre ikki longur er stjóri á Føroya Fiskavirking

Internet-Sosialurin, sunnudagur: ­ Eg sendi eitt tíðindaskriv út seinnapartin í morgin.


Meira vil Sverri Hansen, nevndarformaður í Fiskavirking, ikki siga um stjóraviðurskiftini á Føroya Fiskavirking, eftir at tað í gjár kom fram, at Jákup Mørkøre ikki longur er stjóri á Føroya Fiskavirking.


Sosialurin frætti í gjár, at annar persónur er klárur at seta í stjórasessin, og at Jákup Mørkøre fer í annað starv innan Framtaksgrunnin, men heldur ikki hetta fingu vit Sverra Hansen at vátta.