nyttar einki at iðra seg um tað. Eg fegnist saman við liðfeløgunum um, at tað eydnaðist at vinna, og so eigi eg, sum allir hinir í FCK hópinum, at líta frameftir og vera klárur, um tað verður brúk fyri mær [...] stigini ímóti okkum. Tí verður talan um stórt stríð sunnudagin, heldur Todi Jónsson. Hann er sáttmálabundin í FCK í eitt ár afturat, og hann hevur ongar ætlanir um at biðja um at verða loystur frá sáttmálanum [...] síðsta teinin inn um strikuna. Ein øgiligur fagnaður um mesta partin av Parkini. Aftanfyri annað málið tagnaðu tiltiknu gulu og bláu áskoðararnir. Michael Laudrup gav sínum monnum boð um at spenna álopsbogan
onki at ivast í, at her er talan um eina hending, sum menn hava barst fyri at leggja aftur um seg og, sum nú skal fram aftur í ljósið. Tó letur til, at øll eru á einum máli um, at hetta bara er gott fyri øll [...] hevur og enn ger tann dag í dag. - Serliga um ein hoyrir um aðrar líknandi hendingar, ella sær okkurt í sjónvarpinum, so kann ein gott verða rørdur av tí. Eisini um tað er illveður, og ein er burtur, tá rennur [...] Sorgartár blandað saman við gleðistárum samstundis sum menn tosa um hesa ræðuligu náttina, sum hevur merkt teir fyri lívið. Ongin kreppuhjálp Um ein slík hending hevði farið fram í dag, so hevði skipið siglt
mest kendur fyri sínar óvanliga víðgongdu útsøgnir og átøk í stríðnum móti fosturtøku. Um hetta er eitt tekin um, at Pro Vita eisini ætlar sær at herða sítt stríð móti fosturtøku, er ilt at siga, men farandi [...] eisini taka mær ábyrgdina fyri tí. ? At Nessa er koyrdur frá í Noreg sigur kanska meir um valdsharrarnar, enn tað sigur um Nessa. Grundtvig fekk jú eisini forboð fyri at prædika, Kierkegaard fekk ongantíð nakað [...] orðið. Tað var felagsskapurin Pro Vita, ið hevði fingið Nessa til Føroyar. Men í staðin fyri at tosa um fosturtøkur út frá einum kristiligum sjónarmiði, sum tey flestu ivaleyst høvdu væntað, nýtti Nessa
eydnaðist honum at skræða seg leysan og at seta bóltin framvið málverjan, ið kendi seg noyddan at leypa út. Atburðurin hjá Toda, eftir at hann hevði skorað, bar brá av, at hann helt seg eiga meiri spælitíð [...] hevur fingið í vár. Fyrst peikaði hann á bringuna á sær sjálvum, og so gav hann við báðum hondum boð um, at tað skuldi farast stillisliga fram. Í FCK leguni vóru teir ovurfegnir, og tað var væl skiljandi [...] hevði sæð gula kortið tvær ferðir. Men Esbjerg megnaði ikki at fáa mál, og so fegnaðust teir í FCK um 2?0 málið hjá Toda Jónsson. Útivallarsigurin ber við sær, at FCK er í fínari støðu undan tveimum teimum
høgru. Perspektivini eru nógv, og harvið er talan um spennandi hvítusunnuferð. Og hon verður ikki minni spennandi, um onkur skálamaður fer at fáa boð, um okkurt avboðið skuldi komið. [...] sannførandi í miðverjuni, og Pauli G. Hansen, sum er felagsmaður um ein háls, og sum aftur í ár hevur verið rættuliga støðugur miðvallari. Um útisetarnir í Íslandi fara at geva avboð, so átti pláss at verið [...] tíggju úr heimligu kappingini. Tað er samansetingin á listanum, sum FSF týsdagin sendi út. Talan er um teir spælararnar, sum Henrik Larsen ætlar at hava við til Sveis, har hollendsku heimsstjørnurnar, sum
luni. Eftir 1-1 í fyrru hálvfnaluni verður tað VB, sum skal leypa á, tá ið seinna hálvfinalan verður á skránni fyrsta vikuskiftið í juli. Um tað fer at enda málleyst ta ferðina, so verður HB samantaldur [...] bara restaði ein lítil løta av fyrra umfarinum. Í einstøkum førum hevði talan verið um næstan møguleika, men talan var um fyrsta møguleikan, tá ið Mindaugas sneiddi framvið Poul Næss Joensen og setti bóltin [...] slapp undan nýggja landsliðsmanninum og miðverjanum, Vagni MohrMortensen, sum fór um koll, tá ið teir báðir kappaðust um bóltin. HB menninir vóru heilt uppøstir. Teir hildu seg vera vísar í, at Mindaugas
endaspurtinum, um tú ætlar tær at gerast meistari. Í Esbjerg eru teir vónbrotnir av, at teir fingu gummibein og ikki megnaðu at halda tørn, tá ið tað ráddi mest um. Men teir eru samstundis fegnir um, at teir [...] svaraði aftur, og minkaði um munin til 3-1. Tvey tey síðstu Brøndby málini skoraði Andreas Jakobsson, sum verður í svensku miðverjuni, tá ið EM kappingin verður í Portugal um tvær vikur. Í Parkini stóð [...] ferðirnar, og teir tykjast ætla at biðja farvæl við manér. Íslendski Helgi Sigurðsson minkaði fyri AGF um munin til 2-1, men AB vann 3-1. Eftir tapið ímóti Brøndby var greitt, at Frem í hesum umfarinum bara
hjá Alexandur Gaard Joensen. Tey, ið syngja á fløguni eru: Beinta Olsen, Beinta Haraldsen, Katrin á Borg Gaard, Marjun Petersen, Ruth Thomasen, Jonn Lydersen og Jens Súni Hansen. Myndir hevur Amy Hansen [...] tikið, og layout eigur Petur Hansen. Fløgan kostar kr. 169,00 og kann keypast frá HMF og í handlum runt um í landinum.
ikki heilt greiður yvir, hvussu stórt hetta endurgjaldið er, men hann veit, at talan er um milliónaupphæddir um mánaðin. -Sostatt hevur skipasmiðjan eisini rættiligastóran áhuga í at levera skipið til [...] hvussu verður, skuldi tað ringasta hent og skipasmiðjan fer í gjaldssteðg. Men vit hava onga um helst ábending um, at tað fer at henda. [...] skipið tá. Hann sigur, at í sáttmálanum hevur Skipasmiðjan tryggjað sær, at hon hevur 30 dagar at leypa uppá, uttan at tað fær avleiðingar. Men hevur Skipasmiðjan ikki levera skipið í seinasta lagi 12.
OB-liðnum, og tá kappingin hjá eykaliðnum er av á hesum sinni, verður kanska talan um frívikuskifti. - Eg havi so spurt meg fyri, um tað er møguleiki at sleppa heim longu fríggjadagin, men svarið upp á hetta fái [...] ikki, eftir at hann annars var um at koma fyri seg. Verjuleikarin kom eisini á vøllin sum skiftisleikari í dystinum móti ÍF, men síðani er knæskaðin aftur farin at gera um seg, so hildið verður, at ráðiligasta [...] Upptakt Stóri spurningurin í HB-húsinum ? og kanska eisini longuri suðuri ? er, hvørt Jákup á Borg fer at verða á HB-liðnum leygardagin, tá B68 er á vitjan. Sambært leigusáttmálanum, sum OB og HB gjørdu