Nýggj barnafløga á marknaðinum

tíðindaskriv

Heimamissiónsforlagið (HMF) hevur júst givið út eina nýggja barnafløgu. Fløgan eitur »Jesus elskar meg«. Tað er Jón Magnus Joensen, ið hevur samskipað og eigur orð og løg til hesa fløgu. Súsanna Hansen, sála, Tvøroyri, hevur tó gjørt tekstin til sangin »Skaparin og skaparaverkið«. Hetta er onnur fløgan hjá Jón Magnusi. Hin fyrra kallast »Í staðnum Nasaret«.
Á fløguni eru 16 sangir - allir glaðir, sera sangbærir og rútmiskir. Tónleikurin er sera nútíðarkendur og fangar børn og ung. Fløgan er eisini ætlað hesum. Tónleikararnir, Regin Toftegaard og Hans Poulsen, hava gjørt tónleikin sera hegnisliga. Regin Toftegaard hevur tikið upp røddir hjá Alexandur Gaard Joensen.
Tey, ið syngja á fløguni eru: Beinta Olsen, Beinta Haraldsen, Katrin á Borg Gaard, Marjun Petersen, Ruth Thomasen, Jonn Lydersen og Jens Súni Hansen. Myndir hevur Amy Hansen tikið, og layout eigur Petur Hansen.
Fløgan kostar kr. 169,00 og kann keypast frá HMF og í handlum runt um í landinum.